Trý skuldsett eftir at Liam Payne datt av svala og doyði

Trý fólk eru fongslað, eftir at sangarin hjá One Direction, Liam Payne, datt av einum svala í Buenos Aires

Liam Payne doyði 16. oktober, eftir at hann datt av triðju hædd á einum hotelli í Buenos Aires. (Savnsmynd). - Mynd: Ebrahim Noroozi/Ritzau Scanpix

Tríggir persónar eru skuldsettir í sambandi við, at sangarin Liam Payne datt deyðiliga av einum svala á hotelli í Buenos Aires.

Tað sigur argentinska ákæruvaldið sambært Reuters og AFP.

Líkskoðanin av fyrrverandi One Direction sangaranum hevur víst, at bretin hevði spor av kokaini, alkoholi og tunglyndisheilivági í blóðinum, tá hann datt og doyði.

Teir tríggir handtiknu persónarnir eru skuldsettir fyri at veita rúsevni. Ein teirra er eisini ákærdur fyri at hava latið ein persón liggja hjálparleysan, skrivar AFP.

Persónarnir vóru allir nær við 31 ára gamla bretan, sigur ákærin. Ein var í starvi á hotellinum, meðan ein annar er undir illgruna fyri at vera pushari.

Tey høvdu øll tætt samband við Payne á ferðini í Argentina.

Vanlukkan hendi á gistingarhúsinum Casa Sur í høvuðsstaðnum í Argentina 16. oktober.

Liam Payne datt av svalanum á triðju hædd.

Sangarin fekk skaðar og bæði innvortis og uttan eftir at hava dottið av svalanum, varð sagt eftir líkskoðanina. Tá Payne datt, var hann ikki heilt tilvitaður, stendur í frágreiðingini.

Løgreglan fann fleiri sløg av rúsevnum og rúsdrekka, sum lógu slødd millum brotnar lutir og møblar á hotellkamarinum.

Poppstjørnan er pápi ein sjey ára gamlan son við bretsku sangarinnuni Cheryl Cole.

Hann var saman við Kate Cassidy, sum eisini var á ferð í Argentina. Hon fleyg heim tveir dagar áðrenn hann andaðist.

Liam Payne var partur av bretska poppbólkinum One Direction, sum gavst í 2016 og kom ongantíð saman aftur. Payne royndi at skapa eina solokarrieru men fekk ikki somu eydnu.

Brádligi deyðin elvdi til stóra sorg í tónleikahøpi, millum fjepparar og fyrrverandi One Direction limirnar.

 

/Ritzau/

 

Liam Payne doyði 16. oktober, eftir at hann datt av triðju hædd á einum hotelli í Buenos Aires. (Savnsmynd). - Mynd: Ebrahim Noroozi/Ritzau Scanpix