KÍ er illa spert, og 07Vestur, sum leingi hevur havt kós ímóti niðurflyting, hevur í kvøld fingið eina lítla vón um, at tað skal eydnast at varðveita plássið í fremstu røð.
Klaksvíkingar eru á veg úr Sørvági og til hús við 2-1 tapi. Stóri maðurin hjá heimaliðnum var veteranurin Tór-Ingar Akselsen, sum skoraði bæði málini hjá 07Vestur. Hann setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði Páll A. Klettskarð fyri KÍ.
Eftir steðgin var tað bara 07Vestur, sum skoraði. Tór-Ingar Akselsen skoraði sigursmálið, tá ið hann við frísparki av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.
07Vestur er framvegis á 10. plássi. Nú hevur vágaliðið 11 stig. KÍ hevur 19 stig og er á 6. plássi.
LIÐUGT
2-1
85) 2-1
Kristoffur Jakobsen er komin inn á KÍ liðið.Í løtuni sær tað út til, at 07Vestur er á veg ímóti sigrinum.
75) 2-1
Tað er einki, sum bendir á, at KÍ skal megna at seta 07Vestur undir trýst. Henry Heinesen og Álvur F. Christiansen eru komnir inn í staðin fyri Johan Jacobsen og Tórur Justesen
65) 2-1: Tór-Ingar Akselsen
So hevur heimaliðið enn eina ferð lagt seg á odda, og enn eina ferð var tað Tór-Ingar Akselsen, sum skoraði. Hesa ferð var tað við beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum.
55) 1-1
Tað gongur javnt á, og fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki hevur ikki verið talan um málmøguleikar. Ongar útskiftingar hava verið.
HÁLVLEIKUR
1-1
KÍ hevur havt bóltin meiri enn heimaliðið. Klaksvíkingar royna at spæla skjótt fram eftir vøllinum, og í løtum eydnast tað væl. 07Vestur er vandamikið, tá ið farið verður í álop. Tað eru Camara og Tór-Ingar Akselsen, sum megna at seta KÍ verjuna undir trýst. Atli Danielsen er saman við Sørmundi Kalsø í KÍ miðverjuni.
45) 1-1: Páll A. Klettskarð
Klaksvíkingar hava skorað sera týdningarmikið mál, áðrenn tað verður farið til hálvleik.
30) 1-0: Tór-Ingar Akselsen
Nú hálvur tími er farin, hevur 07Vestur lagt seg á odda. Málskjútti var veteranurin Tór-Ingar Akselsen.
Fleiri broytingar eru gjørdar á KÍ liðnum. Sammett við imóti HB eru fýra nýggir á KÍ liðnum: Johan Jacobsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein og Tórur Justesen, sum er 18 ára gamal og fyri fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu.
07Vestur-KÍ kl. 17.00
07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Eli F. Nielsen, Jovan Panic, Holgar Durhuus - Jákup Sveinbjørn Olsen, Ibrahim Camara, Tór-Ingar Akselsen
KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Atli Danielsen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni – Tórur Justesen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein – Johan Jacobsen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør