Trygd fyri fleiri undankappingardystum

UEFA leggur upp til, at fleiri lið skulu vera í hvørjum undankappingarbólkinum til EM og HM, og tað verður eisini skotið upp, at tað skulu spælast fleiri dystir í UEFA Cup

Í framtíðini skal føroyska fótbóltslandsliðið spæla fleiri landsdystir, enn tað hevur gjørt tey seinnu árini. Og talan skal verða um fleiri týdningarmiklar undankappingardystir, sum skulu spælast í staðin fyri vinardystirnar, sum tað viðhvørt hevur eydnast FSF at fáa avtalur um, og sum tað støðugt verður arbeitt við at fáa avtalur um.
Tað er uppskotið um broytingar í bólkasamansetingunum til EM og HM undankappingar, sum UEFA legði á borðið fríggjadagin, ið letur upp fyri fleiri týdningarmiklum fótbóltslandsdystum. Treytin fyri at uppskotið skal gerast til veruleika er, at FIFA tekur undir við tí.
UEFA uppskotið ber við sær, at tað í undankappingini til HM endaspælið í 2006 skulu vera átta bólkar í Europa. Í trimum bólkum ætlar UEFA, at luttakaratalið skal verða sjey, og í fimm bólkum skulu tað verða seks luttakarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at Føroyum fara í næstu HM undankappingini at verða tryggjaðar í hvussu so er tíggju undankappingardystir og kanska tólv. Í EM undankappingini, sum verður liðug í heyst, skulu Føroyar spæla átta dystir.
Ætlanin hjá UEFA fyri EM undankappingina til EM endaspælið í 2008 er, at tey 50 europeisku londini skulu flokkast í ein bólk við átta luttakarum og í seks bólkar við sjey luttakarum. Tað vil siga, at dystartalið tá ivaleyst verður tólv og kanska fjúrtan. Føroyar hava ongantíð áður verið í bólkaspæli, har tað hava verið fleiri enn tíggju dystir.
UEFA ætlar, at til HM endaspælið í 2006 skulu teir átta bólkavinnararnir sleppa og tvey tey bestu tveyara londini. Harafaturat skulu hinir seks tveyararnir í play off, sum teir siga, gera av, hvørjir teir tríggir síðstu luttakararnir skulu vera. Til EM endaspælið í 2008 er ætlanin, at teir átta bólkavinnararnir og teir átta tveyararnir skulu kvalifisera seg beinleiðis.

Fleiri í Europa Cup
Higartil hava føroysku feløgini, sum hava tikið lut í Europa Cup, ongantíð megnað at spælt seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum. Vánirnar fyri at tað skal eydnast næstu árini tykjast ikki vera serliga stórar, og tí verður neyvan talan um stórvegis broytingar fyri føroysku feløgini. Men nýggju ætlanirnar hjá UEFA gloppa dyrnar fyri, at talan skal gerast um nógv fleiri dystir hjá feløgunum, sum megna at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum.
Ætlanin hjá UEFA gongur út uppá, at tað frá á sumri í 2004 verður soleiðis, at tað í Cup umfari fyrst verður gjørt av, hvørji 40 av 80 feløgum skulu víðari í kappingini. Hesi fjøruti feløgini skulu so flokkast í átta bólkar við fimm feløgum í hvørjum. Hesi skulu spæla øll ímóti øllum á heimavølli og útivølli. Tað vil siga, at dystartalið hjá teimum verður tveir dystir í fyrsta innleiðandi umfarinum og so átta í bólkaumfarinum.
Trý tey bestu feløgini í hvørjum bólki sleppa víðari í Cup umfar saman við átta teimum vánaligastu í fyrsta bólkaumfarinum í europeisku meistarakappingini. Hesi 32 skulu so spæla víðari í Cup kapping.