Trygdarstøðan í Føroyum – Lars Findsen til Føroyar

Kom til ein spennandi fyrilestur hjá Lars Findsen, fyrrverandi stjóra fyri bæði PET og Forsvarets Efterretningstjeneste, tá hann fer at hava áhugaverdar hugleiðingar um, hvussu veruligu hóttanirnar síggja út móti Føroyum – og hvat merkja tær fyri okkum, sum part av ríkisfelagsskapinum. 

 

Tíðindaskriv:

 

Fyrilesturin verður á Hotel Føroyum, og her fært tú eitt sjaldsamt og áhugavert innlit í trygdarstøðuna hjá Føroyum og Danmark. Í eini tíð við cyberálopum, fake news og vaksandi spenningi í Arktis, standa Føroyar og Grønland mitt í politiska storminum millum eystur og vestur.

Hvussu ávirkar hetta frælsi, virðir og framtíð okkara? 

Fyrilesturin er ikki bert um geopolitikk. Lars Findsen, sum í 2022 útgav best-seller bókina ”Spionchefen”, fer somuleiðis at geva eitt serligt innlit í eina av størstu vesturlendsku fregnartænastuskandalunum. Findsen varð handtikin á flogvøllinum í Keypmannahavn í desember 2021, og málið hevur havt stórar politiskar avleiðingar.

Findsen fer at greiða frá sínum upplivingum frá tíðini í varðhaldi í Hillerød fongsli, har hann sat í 71 dagar í kliva 18. Um gerandisdagin handan rimarnar, sínar hugsanir um rættarskipanina og sambandið millum embætisfólk og politikarar. 

Somuleiðis um leiklutin hjá miðlunum og tær menniskjaligu avleiðingarnar av at standa mitt í ódnini.

Við síni djúpu vitan um danskar og altjóða fregnartænastur, gevur Lars Findsen áhoyrarum eina sterka, erliga og tankavekjandi frásøgn um, hvussu hóttanir móti Danmark, Grønlandi og Føroyum verða handfarnar – og hvat vit kunnu gera fyri at standa tryggjari í einum ótryggum heimi. 

Fyrilesturin verður 18. februar kl. 19:00 (Hotel Føroyar). Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo