Trygdin

Landsstýrið hevur reist spurningin um trygd Føroya og um hvussuleiðis løgting og landsstýri kunnu fáa størri ávirkan á trygdarspurningin. Tað, at landsstýrið reisir hendan spurning nú, er í sjálvum sær áhugavert. Higartil hevur tað nevniliga verið so, at hvørja ferð spurningurin um støðu Føroya við atliti at verju- og trygdarspurningum hevur verið reistur, er hetta komið so at siga uttaneftir. Føroyskir myndugleikar hava áður ikki reist hetta mál av sínum eintingum. Verju- og hernaðarspnuringar hava verið nakað, sum ein helst ikki hevur viljað umrøtt, men sum løgting og landstýri hava tikið støðu til, tá hesir myndugleikar hava verið noyddir til tað.

Henda støða er vælskiljandi, tí føroyingar hava langa siðvenju fyri at vera uttanveltaðir. Í hesum líkjast vit meira okkara svensku ættfrændum enn t.d.norðmonnum og dønum. Hvør orsøkin til hesa siðvenju er, vita vit ikki við við vissu, men ein hevur tó loyvi at halda, at hetta hevur nakað at gera við okkara søguligu royndir gjøgnum øldir. Eisini hevur hetta kanska nakað at gera við, at føroyingar flestir halda, at tað er ikki uttan vanda at leggja seg út í ósemjur millum stórveldi. Føroyingar søgdu sum teir gomlu kinverjarnir: "Tá elefantarnir berjast verður grasið leksað niður." Tað hevur um hesa støðu verið ein sjaldsama stór og breið semja á tingi og millum manna. Sjálvt meðan Kalda kríggið leikaði í uppá tað harðasta, hoyrdist ikki ein rødd um, at vit skuldu fara aktivt upp í NATO. Hvørja ferð danir royndu at leggja okkum undir verjuskyldu, søgdu vit nei og hetta gongur heilt aftur til gamlar dagar.

Síðan Kalda Kríggið helt uppat er støðan so broytt. Og tað løgna er hent, at so hvørt sum NATO hevur havt lyndi til at avvikla sítt virksemi um okkara leiðir, er áhugin millum føroyskar politiskar flokkar vaksin fyri eini meira virknari føroyskari luttøku í verju- og NATO málinum. Hetta kann stava frá tí broyttu støðuni í heiminum, har tað í dag bert er eitt stórveldi eftir á heimspolitiska leikvøllinum. Nú er verju-og trygdarspuringurin so reistur av álvara og løgtingið fær høvið til at umrøða og taka støðu til henda sera stóra spurning. Vónandi fara tingmenn at viðgera hetta mál við tí álvarsemi og nærlagni, sum hetta mál hevur uppiborið. Vónandi fáa vit eitt sakligt alment orðaskifti millum manna í fjølmiðlunum, so tað veruliga fer at bera til at staðfesta, hvørja støðu føroyingar hava til trygdarspurningin. Vit fara at venda aftur til ítøkiliga uppskotið frá landsstýrinum, tá hetta kemur til viðgerðar á tingi.
Sosialurin