Tað verður nógv gjørt burtur úr trygdini á ovastevnu, nú væntandi er, at nógvir bátar og bátsmanningar fara at leita sær út um fjørðin, bæði frá regattasiglingini, sum verður í Sundalagnum dagin fyri ovastevnu - og bátar og manningar, sum koma úr Havn og aðrastaðni.
Fyri at byrja við Rescue Lív, so fer hesin at liggja við endan á molanum alt leygarkvøldið og alla náttina. Lív fer eisini at fylgja regattabátunum úr Hósvík til Nólsoyar, eins og bjargingarbáturin fer at fylgja svimjarunum, sum fara at svimja um Nólsoyarfjørð.
Verjuskipið Tjaldrið ella Brimil fara eisini at verða í økinum og fara at viðvirka til, at siglingin verður so trygg sum gjørligt.
Neyðugt er sjálvsagt, at øll, sum sigla og øll, sum ganga millum bátar og umborð á bátar, ansa sær og bera seg skilagott at, eins og tey fylgja teimum reglum, ið eru galdandi. Her verður serliga hugsað um rúsdrekka - og at bátarnir hava trygdar-og bjargingarútgerðina í lagi.
Tað verður Nólsoyar Bjargingarfelag, sum fer at taka sær av at leggja bátarnar, sum koma út til Nólsoyar á ovastevnu, og tað verður eisini bjargingarfelagið, sum fer at hjálpa svimjarunum upp úr sjónum og heim á mál í bygdini.
In.fo kann leggja aftrat, at svimjararnir eru væntandi í Nólsoy leygarkvøldið um 18.30-19.30-tíðina.
Ítróttarfelagið H71 fer at halda vakt allastaðni fram við sjóvarmálanum, og tey fara eisini at taka sær av vaktarhaldinum í tjaldinum.
Tórhavnar Sløkkilið og løgreglan verða í Nólsoy leygarkvøldið og um náttina, og eisini verða samarittar á stevnuøkinum, og Tórshavnar Bjargingarfelag fer at hava bil í Nólsoy til møguligan sjúkraflutning.
Í ár fara Strandfaraskip Landsins at taka sær av økinum á Klivum, har Ternan leggur at í Nólsoy, og stovnurin skipar sjálvur sítt vaktarhald á havnalagnum, bæði í Havn og í Nólsoy.
Tað verður Ansni, sum vegna SSL tekur sær av, at fólk koma trygt umborð á Ternuna, sum kann flyta 294 ferðafólk um Nólsoyarfjørð í senn.