FERÐSLUTRYGD
Tíðindaskriv
Ymiskt er, hvussu ferðsluviðurskiftini eru uttan fyri landsins skúlar. Í Havnini er ferðslan ógvuslig so at siga allastaðni í býnum, serliga kl 8 á morgni. Heilt nógv børn blíva koyrd í skúla hvønn morgun, og bert fáastaðni eru skipað viðurskifti, sum áseta á hvønn hátt børnini tryggast og best sleppa úr bilinum og inn í skúlan. Vandastøður kunnu lættliga koma í, tá ið bussar persónbilar og børn hvørt um annað skunda sær í allar ættir.
Ymiskt kundi verið gjørt fyri at bøta um hesi viðurskifti. Tað týdningarmesta í hesum høpi, er at brúkarin, t. e. børnini, foreldrini, lærararnir og myndugleikarnir á staðnum koma ásamt um, hvussu ferðsluumhvørvið skal vera við teirra skúla. Hesi skulu síðani orða ein politikk á økinum, og bera so í bandi, at boðini koma út til tey, ið ferðast í grannalagnum.
Eitt gott høvið at fáa eitt slíkt samstarv í lag, er tá ið skúlin av álvara er byrjaður aftur, og foreldrafundirnir eru. Eitt annað hugskot er at skipa fyri evnisdøgum um ferðsluna bygdini ella býinum og gera niðurstøður, sum kunnu blíva til veruleika í samstarvi við myndugleikarnar, sigur Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.