Eykaaðalfundur verður í Ognarfelag Tryggingartakaranna nú fríggjadagin 11/12-2015, kl. 17:30 á Hotel Føroyum.
Á skránni eru broytingar í viðtøkum, so møguligt skal verða at luta út pening til ognarar.
Verða broytingarnar samtyktar, skal nevndin gera reglur fyri hvussu útlutan kann fara fram.
Seinasta freist at tekna teg til eykaaðalfundin er í dag 09/12-2015, tú kann tekna teg á hesi leinkju áðrenn midnátt : http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin
Tú kann eisini senda teldupost beinleiðis til tfholding(at)tfholding.fo áðrenn midnátt.
Ikki ókent
Í sínámillum tryggingarfeløgum er ikki ókent at gjalda av yvirskoti til limir.
Í 2006 hevði Læreranstandens Brandforsikring í Danmark eitt gott rakstrarúrslit, tá guldu teir limunum “en særlig bonus” í 2007.
Fleiri feløg hava eftirhondini eina fasta skipan við útgjaldi til ánarar (tryggingartakarar).
Gjensidige í Noregi : “Kundeutbytte” “I Gjensidige deler kundene fremdeles både risiko og eierskap, og for noen år siden kom vi frem til at kundene skulle få en direkte andel av overskuddet .”
Eitt av kravinum í Gensidige er, at kundin “Har et norsk offentlig nummer (fødselsnummer eller D-nummer) registrert i Gjensidige”
(Leinkja við nærri kunning: https://www.gjensidige.no/privat/kundefordeler/kundeutbytte/hvorfor-kundeutbytte)
Tryg í Danmark: “Bonus”
Som forsikringstager i Tryg med bopæl eller fast hjemsted i Danmark er du automatisk medlem af TryghedsGruppen og har derfor mulighed for at få udbetalt bonus.
Bonussen forventes at være i størrelsesordenen 5-8 % af din indbetalte forsikringspræmie til Tryg.
Den endelige beslutning om bonus i 2016 træffes af TryghedsGruppens repræsentantskab den 14. marts 2016.
(Leinkja við nærri kunning: https://www.tryghedsgruppen.dk/bonus/om,-,medlemsbonus )
Eykaaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna
Sjá inkallingin til eykaaðalfundin á hesi leinkju:
http://tfholding.fo/globalassets/oyoubloo/ott_eykaadalfundur_125x171-des.-2015.pdf
Tekna teg til aðalfundin áðrenn á midnátt á hesi leinkju :
http://www.bricksite.com/andrass/aalfundurin
Dagur 09. desember 2015 ** Opinleiki er tín besta trygging **