Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar TB

Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá TB flogbólti komandi tvey kappingarárini.

Tryggingarfelagið Føroyar og TB-flogbóltur hava undirskrivað sáttmála, har Tryggingarfelagið Føroyar verður  høvuðsstuðul hjá U16 liðunum hjá TB-flogbólti 2014-2016.

 

TB hevur sett sær sum mál, at skapa Føroya bestu ungdómsdeild, fyri síðani at gerast fremsta flogbóltsfelag í Føroyum.

 

TB hevur staðið seg væl í ungdómsflogbóltinum seinastu árini og hava verið í fremstu røð í nærum øllum aldursbólkum, og við hesi stuðulsavtaluni vónar felagið at leggja eitt grundarlag fyri víðari menning.

- Fyri okkum hevur tað alstóran týdning at fáa fíggjarligt grundarlag til at fremja tær ætlanir vit hava fyri felagið. Hendan avtalan gevur okkum hetta grundarlag, og eru vit sera glað fyri hetta, sigur Ann-Mari Berg í Heiðunum, forkvinna í TB-flogbólti.

 

- Vit meta at TB-flogbóltur hevur eina ljósa framtíð og stórar menningarmøguleikar. Felagið hevur sett sær høg mál, og setir fokus á ungdómsarbeiðið. Vit fegnast um, at vit við hesi avtalu kunnu vera við til at gera ætlanir og mál hjá TB-flogbólti til veruleika, sigur Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.