Eftir eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið, sær tað nú út til, at B36 hevur fingið gongd á spælið hjá sær í 1. deild. Tað sama kann sigast at vera galdandi fyri næstbesta liðið hjá felagnum, sum eisini fekk eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Liðið hevur í seinastuni fingið nøkur kærkomin stig og er í ferð við at sníkja seg upp eftir stigatalvuni. Leygardagin vóru klaksvíkingar á vitjan, og tá var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið.
Tað var bert eitt korter leikt av fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg á odda. Eftir klumpaspæl inni í KÍ-brotsteiginum endaði tað við, at ein verjuleikari hjá klaksvíkingum rættiliga ófantaliga tók beinini undan einum B36-leikara, og so var brotsspark. Hetta setti Finn Mørk trygt í netið.
Tað gingu bert tveir minuttir, so var 2-0. Hesaferð var tað altíð vandamikli Tórálvur Poulsen, sum breyt ígjøgnum í høgru síðu, og tá ið málverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, kom út ímóti honum, lyfti Tórálvur bóltin hegnisliga upp um málverjan. Gunnar Nielsen stýrdi við pannuni bóltin tann síðsta teinin inn í málið, men bólturin hevði farið inn undir øllum umstøðum.
Triðja málið hjá heimaliðnum var ein sonn perla. Vongverjin í vinstru, John Thomsen, streyk avstað heilt fram til baklinjuna og sendi síðani inn fyri, har Tórálvur Poulsen rann til nærmastu stong og setti tánna undir bóltin, og so var 3-0.
Hálvleikstøðan var eisini 3-0 til B36, og í seinna hálvleiki fingu vertirnir eisini trý mál, meðan klaksvíkingar einki fingu, hóast teir høvdu onkran heilt stóran málmøguleika. Gunnar Nielsen og Tórálvur Poulsen fingu eitt mál aftrat í part, og seinasta málið í dystinum gjørdi Jákup M. Joensen stutt fyri dystarlok.
Sigurin hjá B36 kundi eins væl verið størri, og klaksvíkingar høvdu lítið og einki at bjóða upp á. Tað sær út til, at nýggi venjarin hjá næstbesta liðnum hjá B36, Jákup Mørk, hevur fingið skil á liðið hjá sær, so tað er ikki óhugsandi, at unga manningin kann enda á einum heiðursmerkjaplássi, tá ið kappingin kemur at enda.