Tryggur KÍF heimasigur - Neistin vann í Vestmanna

Tveir dystir vóru spældir í Atlantic Airways kappingini í dag.

 

Í Kollafirði vann KÍF ein tryggan 29-21 sigur ímóti StÍF, støðan í steðginum var 14-11 til KÍF.

 

Í Vestmanna varð stórur dramatikkur. Neistin vann 31-30 á VÍF, sigursmálið fall uppá eitt brotskast fimm sekund áðrenn seinasta bríksl. Teitur Magnusson var ísakaldur, og hann gjørdist tann stóra hetjan hjá Neistanum, tá hann skeyt sigursmálið. VÍF var annars á odda 18-15 í steðginum.

 

Støðan í Atlantic Airways kappingini :

 

Nr. 1 KÌF 17 dystir 27 stig

Nr. 2 H71 16 dystir 20 stig

-------------------------------------

Nr. 3 VÍF 16 dystir 19 stig

Nr. 4 Kyndil 16 dystir 19 stig

Nr. 5 StÍF 17 dystir 17 stig

Nr. 6 Neistin 16 dystir 12 stig

Nr. 7 Team Klaksvík 16 dystir 0 stig