Trygvi og Helgi venja NSÍ

Trygvi Mortensen og Helgi L. Petersen hava í kvøld skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ um, at teir sum ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari skulu taka sær av besta mansliðnum í felagnum.

Nú er endaliga greitt, sum in.fo hevur skrivað fyrr í kvøld, at tað verða Trygvi Mortensen og Helgi L. Petersen, ið næstu tvey árini skulu standa við stýrisvølin hjá NSÍ, tá talan er um besta mansliðið. Trygvi verður høvuðsvenjari og Helgi hjálparvenjari.

– NSÍ hevur gott spælaratilfar, sum saktans kann fara allan vegin, og talan er um eitt tað besta liðið í landinum. Miðalaldurin er bara 22 ár, so hetta eru ungir menn, sigur Trygvi Mortensen.

Hann hevur áður verið venjari hjá NSÍ í trimum umførum. Fyrstu ferð í 1992, síðani í 1999 og 2000 og aftur í 2005 og 2006, umframt at hann eisini eitt skifti var hjálparvenjari tá Jógvan Martin Olsen var venjari í Runavík.

– At bæði Helgi og eg eru NSÍ-arar og tí ganga 100 prosent inn fyri sakini, ger tað ikki minni spennandi. Helgi er farin í holt við at taka eina venjaraútbúgving fyri royndar spælarar, so vit fara undir uppgávuna við bæði ídni og fakligheit, sigur Trygvi.

Vilja í Topp-3
– Hetta hevur eisini verið eitt kanóngott ár við ungdómsliðum, sum hava staðið seg væl, og tað verða hesir spælararnir, ið fara at mynda liðið komandi árini. Teir spælarar, sum longu eru á Effo-liðnum, hava verið raskir og her er so mikið stór útskifting, at eg bara havi vant einar tríggjar av teimum fyrr.

Trygvi Mortensen sigur, at málsetningurin komandi árini verður at vinna so nógvar dystir sum gjørligt og at verða millum trý tey bestu liðini og at sleppa út í Europa at spæla fótbólt aftur, sum NSÍ annars hevur gjørt í mong ár á rað, men ikki í ár og heldur ikki næsta ár.

– Nú glapp hetta í ár, men tað var kanska meira sjálvgjørt enn nakað annað, tí NSÍ misti 10 stig ímóti lægstu liðunum í kappingini. Vóru tey 10 stigini har, kundi NSÍ tað sama verið meistari í ár, sigur Trygvi Mortensen, sum gleðir seg til aftur at vera venjari eftir ein steðg í fimm ár.