Ukrainsku myndugleikarnir siga í dag frá einum russiskum dronuálopi móti býnum, Slavuta í Khmelnitskij-regónini har vesturi í Ukraina, nærindis einum kjarnorkuverki.
Loftverjan í Ukraina sigur seg hava skotið niður tilsamans 11 dronur síðstu nátt. Fleiri fólk og bygningar fingu skaða av spreingingum og leivdum av dronum sum duttu niður.
Í einari útsøgn á Telegram í dag sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at málið við russiska dronu-álopinum helst var at raka kjarnorkuverkið.
- Álop sum hetta og ímóti týdningarmiklum undirstøðukervi í Ukraina vísa, at trýstið við revsitiltøkum á Russland enn ikki er nóg stórt, sigur forsetin á Telegram.
Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi og endurgevur tað, sum ukrainski forsetin sigur um russiska álopið á Slavuta har vesturi í Ukraina síðstu nátt.