Trýstið økist á Løgmann

EYGLEIÐING: Hóast tollmálið, sum í hesum døgum av álvara setur kílar í samgonguna, eigur at vera ein trupulleiki hjá Fólkaflokkinum og Jørgeni Niclasen, er støðan í dag, at Sambandsflokkurin hevur yvirtikið apuna.

EYGLEIÐING: Hóast tollmálið, sum í hesum døgum av álvara setur kílar í samgonguna, eigur at vera ein trupulleiki hjá Fólkaflokkinum og Jørgeni Niclasen, er støðan í dag, at Sambandsflokkurin hevur yvirtikið apuna.
 


 
Hóast andstøðan í dag ikki fekk felt Jørgen Niclasen og Fólkaflokkin, so hevur atkvøðugreiðslan kortini broytt støðuna í samgonguni, og sett álvarsligt trýst á Sambandsflokkin og á løgmann.

 
Orsøkin er, at Fólkaflokkurin stóð saman um sín formann til atkvøðugreiðsluna um misálitið í dag, meðan Sambandsflokkurin fór í tvíningar, og beinleiðis ímóti boðum frá formanninum og løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen.

 
Løgmaður hevur seinastu dagarnar tvíhildið um, at hann framvegis hevur fult álit á Jørgeni Niclasen, men atkvøðugreiðslan í dag vísti, at tað hava tingmenninir Helgi Abrahamsen og Reimund Langaard ikki, og samstundis hava onnur í baklandinum hjá Sambandsflokkinum alment víst sína ónøgd við Jørgen Niclasen.

 

 
Hetta helst orsakað av, at baklandið hjá Sambandsflokkinum ikki longur vil setast í sama bás sum Jørgen Niclasen, eftir stóru fjølmiðlaviðgerðina og almenna rumbli av tollmálinum.

 

 
Sum skilst er Kaj Leo Holm Johannesen undir stórum trýsti frá baklandinum hjá Sambandsflokkinum og frá tingmanning og landsstýrismanning hjá flokkinum, og tískil liggur apan nú hjá løgmanni.

 

 
Keldur úr Sambandsflokkinum siga við in.fo í kvøld, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur vanrøkt sína uppgávu sum formaður í Sambandsflokkinum, tí  hann valdi at stuðla Jørgeni Niclasen ístaðin fyri at stuðla sínum egna flokki.

 

 
Sum skilst hevur Sambandsflokkurin seinastu dagarnar biðið løgmann um at loyst Jørgen Niclasen úr starvi sum fíggjarmálaráðharri, áðrenn uppskotið um misálit kom til viðgerðar, og stór ónøgd er innanhýsis um, at løgmaður ikki tók um endan, áðrenn málið endaði í Løgtinginum.

 

 
Samstundis skal hendan støðan síggjast í tí ljósi, at Sambandsflokkurin seinastu tíðina hevur fingið ógvuliga vánaligt úrslit í veljarakanningum, og keldur í flokkinum vilja vera við, at tollmálið og vantandi útmeldingin frá løgmanni eru orsøkin til, at flokkurin hevur staðið seg so illa.

 

 
Tískil eru røddir í baklandinum hjá Sambandsflokkinum, sum halda, at løgmaður má bjarga nakrar atkvøður til Sambandsflokkin við at vísa Jørgeni Niclasen dyrnar.

 

 
Samstundis siga okkara keldur úr baklandinum hjá Sambandsflokkinum, at løgmaður als ikki lurtar eftir viljanum hjá baklandinum, men ístaðin førir fólkaflokspolitikk.

 

 
Sum skilst á støðuni í kvøld hevur løgmaður fingið boð frá sínum flokki um at fáa Jørgen Niclasen úr sessinum sum fíggjarmálaráðharri – ella at skriva út nýval.