Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at hann er ikki rættiliga samdur við Boga Jacobsen, stjóra í Varðanum Pelagic, um, at neyðugt er at flyta av sildakvotuni til næsta ár.
- Virkini, sum taka ímóti uppsjóvarfiski í løtuni, klára væl at framleiða alla sildina, sum skal fiskast, landast og framleiðast, sigur hann.
Virkisleiðarin á Pelagos vísir á, at av teimum 125.597 tonsunum av norðhavssild, sum samlaða føroyska kvotan er í ár, skulu fyrst dragast frá tey tons, sum Føroyar umbýta við onnur lond.
- Haraftrat skulu tey tons dragast frá, sum skulu framleiðast umborð á skipum, eitt nú Norðborg, Crhistiani í Grótinum og Nærabergi.
Fríðin Ziskason vísir á, at tað tískil ikki eru 125.597 tons, sum skulu framleiðast, men heldur millum 70.000 og 80.000 tons.
- Virkini á landi kunnu framleiða eini 1.800 tons av norðhavssild um samdøgnið, og tað merkir, at brúkast skulu einir 40-45 framleiðsludagar til sildina.
Tí heldur virkisleiðarin onga orsøk vera til at flyta sildakvotu til næsta ár, um bert verður hugsað um framleiðsluorku. Hann heldur tískil ikki, at útsøgnin hjá Boga Jacobsen rættiliga hongur saman.
- Varðin er ein av stóru keyparunum av norðhavssild á farnu uppboðssølunum. Tað skuldi verið lítið endamál í at keypt nógva sild, um hon ikki eisini kann fiskast og framleiðast í heyst, sigur Fríðin Ziskason.