Útsagnir um miðfyrisitingina

Seinastu dagarnir hevur nógv verið sagt og skrivað um miðfyrisitingina

- Er endamálið(við uppsøgnunum í miðfyrisitingini) at fremja konjunkturtiltøk, fyri at leggja upp fyri minkandi inntøkunum í løtuni, so er ætlanin púra burturvið
16.09.04 Viðtala í Dimmalætting við Hermann Oskarsson, formaðurin í Búskaparráðnum

?Vit hava eina sterka fyrisiting, sum skal spara 12 milliónir. Hon skal ikki missa fólk, men halda somu tænastu sum higartil.
26.05.04 Viðtala í Sosialinum við løgmann Jóannes Eidesgaard á tíðindafundi um fyrstu 100 dagarnar hjá ABC-samgonguni í Sosialinum

?Miðfyrisitingin er nógv styrkt seinastu 10 árini, og ein sparing á 10% rokkar ikki við hetta. Miðfyrisitingin má eins og allur almenni sektorurin lagast til broyttu umstøðurnar
20.09.04 Heimasíðan hjá Vinnumálaráðnum www.industry.fo

?Hópuppsagnirnar í miðfyrisitingini eru ein liður í royndunum hjá ávísum politikarum at føra okkum aftur í 80 árini, har tilvild og ábyrgdarloysi ráddi í politisku skipanini.
15.09.04 Fyrrv. formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Niels Winther í ÚF

?Búskaparligi veruleikin er, at vit eru noydd at tátta í á fleiri økjum. Vit verða øll noydd at taka eitt tak, og tað má miðfyrisitingin eisini.
17.09.04 Viðtala í Sosialin við løgmann Jóannes Eidesgaard

Tað tykist sum um, at um onkur verður uppsagdur í høvuðsstaðarøkinum og tá serliga í teim føstu almennu størvunum, ja, so er høvuðsstaðarpressan á gosi og tosa verður um sálarliga hjálp og kreppu í landinum.
16.09.04 Leiðarin í Norðlýsinum

Landsstýrið fer púra hugsjónarleyst runt við plenuklipparanum og klippur plenuna javnt snøgga, uttan nakað sum helst mið ella mál.
20.09.04 Viðtala í Sosialinum við Gunnleiv Dalsgarð, formann í Starvsmannafelagnum