Útsetið avtaluna við Ísland, áðrenn vit verða trælir í egnum húsi

Annfinn Brekkstein


Fríhandilssáttmálin við Ísland eigur ikki at verða settur í gildi í Føroyum, tí vit vita ikki, hvørjar avleiðingar hann fær fyri ávísar partar av vinnulívinum í Føroyum.

Tað ljóðaði gott, at Ísland bleiv føroyskur heimamarknaður, og umvent. Men, sum ikki eina ferð eru vit fangað á tí skeiva beininum og sleppa ikki inn á íslendska heimamarknaðin, tí teir hava garderað seg við tekniskum forðingum  og tað í ríkiligt mát. Her sæst avrit av kunngerð teirra:

Eggjum og eggjaafurðum fylgi sérstakt opinbert vottorð sem staðfestir að varan hafi verið hituð í 65°C í fimm mínútur, sé það ekki staðfest í uppruna- og heilbrigðisvottorði, sbr. a- lið, eða hafi hlotið sambærilega meðferð að mati yfirdýralæknis.

Soleiðis sum eg havi fingið tað upplýst frá landsdjóralæknanum í Føroyum, eru hesar reglur í dag galdandi fyri innflutning av útlendskum eggum til Føroya:

I den forbindelse kan det desuden oplyses, at der i henhold til artikel 2 og 3 i veterinæraftalen med EU kun kan indføres konsumæg til Færøerne fra EU lande og tredjelande, som er opført på EUs tredjelandsliste. Da Island ikke i øjeblikket er optaget på EUs tredjeliste kan der ikke indføres konsumæg fra Island til Færøerne. Hvis Islands EØS aftale udvides til i lighed med Norges at omfatte hele landbrugspakke vil der kunne indføres konsumæg fra Island til Færøerne på samme betingelser som fra EU lande.

Tíverri eru vit føroyingar ikki ílatnir at fylgja íslendingum, so vit kunnu koma inn á tann íslendska marknaðin, sokallaða heimamarknaðin, við okkara landbúnaðarvørum. Íslendingar hava gjørt sítt heimaarbeiði til punkt og prikkar, og teir eru nú í samráðingum við ES um at víðka avtaluna, so hon eisini skal fevna um allan landbúnaðarpakkan.

Hetta førir við sær, at virkini í Íslandi verða sett á triðjalandslistan hjá ES, og tá kunnu íslendingar útflyta egg úr Íslandi til Føroya eftir somu treytum sum ES-lond. Men vit kunnu framvegis ikki koma á íslendska marknaðin.

Sum eg hava fingið uppspurt úr Tinganesi, eru ongar ítøkiligar ætlanir í Føroyum um at víðka viðkomandi avtalu við ES, so hon eisini fevnir um landbúnaðarvørur, og tí er alt annað enn talan um líka treytir fyri føroyskan og íslendskan landbúnað!

Samanumtikið kunna íslendingar um stutta tíð koma við øllum landbúnaðaravørum frítt inn á føroyska marknaðin, við Hoyvíkarsáttmálanum í aðari hondini og ES-góðkenning í hinari hondini, meðan vit hava bundið báðar hendur aftur um bak og standa sum trælir í egnum húsi.