Sandoyingar fóru suður aftur uttan at hava verið á vøllinum, tá ið teir seinnapartin vitjaðu á Svangaskarði.
Tað var ov nógvur vindur at spæla fótbólt. Tí tók dómarin ta skilagóðu avgerð at útseta dystin.
Síðsta umfar verður um eina viku. Harvið er sannlíkt, at B71 ein av næstu døgunum skal norður aftur til Toftir.
B68 er á fjórða plássi og hevur framvegis møguleika at vinna uppflyting.