TSK: Tummas á Lakjuni gjørdist fyrsta pisan á Tøknibreytini

Tummas á Lakjuni, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í gjár sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið.

 

Tummas var uppi í Samfelagsfrøði B, har økisleiðarin á Tøknibreytini, Kjartan Sleire, er lærari og somuleiðis tann ið settið húgvuna á høvdið.

 

Sum siður er, so slapp fyrsta pisan at vinda flaggið á stong.

 

Nakrar myndir frá løtuni eru facebook og instagram vangunum hjá skúlanum, skrivar TSK.