? Útskriva nýval ella skipa eina breiðari samgongu

-Míni ráð til Anfinn Kallsberg er antin at útskriva nýval ella at siga upp samgonguskjalið og fáa eina breiðari samgongu. Nú má ein onnur avtala gerast við fleiri flokkar sigur Birgir Danielsen, fyrrv. tingmaður, sum eisini metir tað vera rætt nú at finna eina loysn við Danmark, sum í fyrstu syftu er innan fyri Ríkisfelagsskapin

Jan Müller


Nú einki úrslit spurdist burtur úr í tí 3. samráðingarumfarinum millum landsstýrið og donsku stjórnina kundi verið áhugavert at vita, hvat fólk heima í Føroyum meina um málið. Og ein rættiliga áhugaverdur spurningur í tí sambandi er, hvat baklandið hjá løgmanni, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum, heldur um gongdina og støðuna í løtuni. Tað er eisini vert at merkja sær, at hóast landsstýrisflokkarnir úteftir standa samdir, so eru oftani røddir frammi á tingi og frá floksbaklandinum, sum ikki eru samdar. Hetta er einki óvanligt fyri politisku gongdina sum heild í einum landi. Tað vilja altíð vera tey, sum ikki eru nøgd við rikna politikkin hjá sínum egna flokki. Í so máta er henda samgongan einki eindømi.

Men neyvan nakrantíð áður er so nógv orka brúkt til eitt politiskt mál sum til sjálvsstýris/fullveldismálið. Og tað eru tey, sum halda, at eftir 3. samráðingarumfar við danir eru vit komin til eitt vegamót. Landsstýrið kann ikki bara halda fram sum um einki var hent.

Ein teirra er Birgir Danielsen, ein framstandandi vinnulívsmaður, fyrrv. tingmaður og ein av høvuðsstuðlunum og forsprákarunum hjá Fólkaflokkinum í eitt mannaminni. Hann sigur seg eisini hoyra til tann partin av veljarunum hjá Fólkaflokkinum, sum alla tíðina hevur ivast í leiðini hjá løgmanni og her ikki minst, hvussu langt fólkafloksleiðarin átti at fara saman við Tjóðveldisflokkinum í hesum stóra máli.

Nú eftir at samráðingarnar í Keypmannahavn endaðu úrslitaleysar vil hann fegin siga sína hugsa, sum hann metir kanska eina helvt av Fólkaflokkinum taka undir við.


Trupulleikin

Trupulleikin í øllum hesum málinum heldur Birgir Danielsen er tann, at teir, sum hava samráðst sum landsstýri, hava ikki ta røttu undirtøkuni millum fólkið. Teir hava ein formellan meiriluta í løgtinginum, men hann setir spurnatekin við, um teir hava ein reellan meiriluta har. Birgir Danielsen vísir til tær viðmerkingar, sum oftani eru í løgtinginum eitt nú frá fólkafloksmonnum móti fullveldisætlanunum. Hann heldur, at man eigur at taka tær í álvara.

-Tá støðan er henda, hvussu ber tað so til, at Anfinn Kallsberg, formaður fólkafloksins heldur fram við at koyra linjuna hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum?

-Høgni Hoydal er ein góður manipulatorur. Eg eri bangin fyri, at hann hevur manipulerað løgmann. Hann er jú sera skjótur. Áðrenn tú veit av hevur hann t.d. lagt nakað annað í tað, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur sagt, enn tað hann í veruleikanum segði.

Birgir Danielsen heldur, at føroyingar skulu vera sera glaðir fyri, at samráðingarnar blivu so opnar, sum tær blivu. -Hevði støðan verið tann, sum landsstýrið legði upp til, nevniliga at alt skuldi vera loyniligt líka til jóansøku, tá má Gud vita, hvar vit tá høvdu verið. Helst høvdu okkara samráðingarmenn lagt nakað annað í málið, enn tað tann veruliga meiningin var.

Og at samráðingarnar blivu opnar kunnu vit takka Poul Nyrup Rasmussen fyri heldur Birgir Danielsen fram og sigur, at hann á ongan hátt dugir at síggja, at man kann hava slíkar samráðingar loyniligar.


Ikki brotið avtalu

Birgir Danielsen heldur tað eisini vera sagt nóg greitt frá danskari síðu, at vit fáa ikki longri skiftistíð enn fýra ár. -Sjálvandi kann Poul Nyrup ikki tryggja okkum ein livifót, sum líkist tí vit hava í dag og sum danir ætla at hava í framtíðini. Og tað er væl hetta, sum liggur í tí, tá hann vísir til Skotland og Portugal. Eisini liggur tað í hesum, at danski forsætisráðharrin trýr ikki uppá, at føroyski búskapurin uttan stuðul kann bera ein livifót sum tann, man vantar Danmark kemur at hava í framtíðini. Eg eri tí ikki samdur við landsstýrinum í, at danir hava brotið nakra avtalu.

Kortini heldur Birgir Danielsen, at danski forsætisráðharrin átti kanska at útgreinað meira, hvat hann meinar við, tá hann skal vera við til at hjálpa okkum at gerast eitt sjálvstýri og við eini skiftistíð. -Tað kann virka eitt sindur brutalt at siga fýra ár og so ikki meira. Men tað, sum man liggja aftanfyri, er helst, at hann kann ikki taka ábyrgd av, at vit skulu hava sama livifót sum í Danmark allar ævir fram.

Birgir Danielsen ivast tí onga løtu í, at danir fara at tvíhalda um eina fýra ára skiftistíð.


Tvey alternativ

Sum gamal politikari og eygleiðari heldur hann, at tað nú finnast tvey alternativ til støðuna í dag: annaðhvørt leggur landsstýrið frá sær, og so fáa vit nýval, ella má skipast eitt nýtt landsstýri. Samgonguavtalan verður uppsøgd og ein nýggj gjørd, sum helst fevnir um 4 teir størstu flokkarnar á tingi, soleiðis at man hevur ein greiðan meiriluta aftan fyri eini nýggjari ætlan.

Birgir Danielsen heldur sjálvur, at tað, sum í dag skilur partarnar, er ríkisfelagsskapurin. Tvs. at vit mugu fáa eitt nýtt upplegg við einum nýggjum landsstýri við ella uttan val.

Treytin fyri tí er tó tann, at man hevur í minsta lagi 75% av løgtingi og fólkinum aftanfyri seg. Um Tjóð-veldið tá verður við ella ikki vil so vísa seg. Teir kunnu vit kanska best verða fyriuttan.

-Hvussu ber tað til, at Anfinn Kallsberg, eftir úrslitið av samráðingunum og eftir at undirtøkan er so lítil fyri fullveldisætlanunum við eini slíkari skiftistíð kortini heldur seg tætt uppat Høgna Hoydal?

-Tað er eitt sindur torført at skilja. Men tað er jú soleiðis í samráðingum, at tað er oftani ein persónur, sum formulerar alt tað, sum brúkast skal. Í hesum førinum er tað Høgni Hoydal. Hann er skjótur, kvikur og intelligentur og ?koyrir løbið solo?. Og so stendur Anfinn mitt í hesum. Hvat skal hann gera? Hann kann sjálvandi vísa øllum aftur. Men so stendur hann við ongum.

Birgir Danielsen heldur avgjørdur fyri, at Høgni Hoydal hevur drigið Anfinn Kallsberg við sær so langt út á djúpt vatn, at tað er torført at venda aftur.

Spurningurin er, hvønn stuðul Anfinn hevur í løgtinginum og í landsstýrinum og í fólkinum! Anfinn Kallsberg følir seg helst eitt sindur einsamallan.

-Hvat vil tú so mæla Anfinni til at gera?

-Hann skuldi valt eitt av teimum báðum alternativunum, sum eg havi nevnt, antin at útskriva nýval ella kanska heldur at sagt upp samgonguskjalið. Nú má ein onnur avtala gerast við fleiri flokkar. Og tú kanst ikki forhandla eitt sovorðið álvarsmál uppá pláss, uttan at tú hevur baklandið í góðum ordan, og tað hevur Anfinn tíverri ikki!!


Breið loysn

Birgir Danielsen vísir annars til orðini hjá Anfinni Kallsberg um eina breiða loysn. -Tað endurtók hann aftur og aftur, men helt so bráddliga uppat við at siga tað. Eg haldi, at hann nú eigur at taka tað uppaftur fyri at fáa eina breiða semju. Sjálvur haldi eg, at hevði hann havt eina breiða loysn og fingið formulerað nakað yvirfyri Nyrup, sum hevði eina breiða undirtøku í tinginum og fólkinum, so hevði tað fingið eina aðra móttøku, og ein sáttmáli hevði spurst burturúr.

Birgir Danielsen sigur seg tí vera vísan í, at tann fyrsti sáttmálin man kann fáa burtur úr er innan fyri Ríkisfelagsskapin og tað verður man noyddur til at taka við.

-Nú tú sum fólkafloksmaður tosar um eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin kanst tú so ikki rokna við at blíva skýrdur sambands- ella javnaðarmaður av fullveldisfólki?

-Tað verður teirra sak. Men tað er einaferð soleiðis, at skal man røkka nøkrum málum, so er man noyddur til at velja eina loysn, sum er borðbar fyri báðar partar. Tú nært einki mál við bara at tvíhalda uppá títt, sum er órealistiskt fyri mótpartin. Hetta er galdandi í politikki, í forrætning, ja í allar mátar. Tú mást kunna finna eitt kompromi.

Birgir Danielsen heldur onga orsøk vera til at geva upp sjálvstýristankan fyri tað um fyrsta stigið víðari á sjálvstýrisleið skuldi verið innan fyri Ríkisfelagsskapin.

-Í loysnina skuldi verðið lagt eitt menningarelement, ein vilji til at samstarv, prioritering av umsitingini, miðjan ímóti einum sjálvberandi búskapi og ikki minst at laga seg eftir altjóða rákinum. Tá so nøkur ár eru liðin, hava vit ment hetta skilagott, og tá er kanska tíðin búgvin til at taka næsta stigið. Tað meti eg at vera fólkaflokspolitikk.

-Høgni Hoydal hevur tikið málið í egnar hendur og hevur lagt seg langt langt framman fyri Fólkaflokkin, og hevur so megnað at hála hann við sær út í nakað, sum full undirtøka als ikki er fyri í Fólkaflokkinum.

Birgir Danielsen sigur seg ikki tala fyri allan Fólkaflokkin men heldur seg tó kunna siga, at tað eru nógv í Fólkaflokkinum, sum bera ótta fyri tí útviklinginum, sum er hendur síðani flokkurin fór upp í samstarv við Tjóðveldisflokkin. Hann metir, at talan er um kanska eina helvt av flokkinum. Síðani eru tað eisini nøkur ?tjóðveldisfólk? innan Fólkaflokkin men tey heldur hann vera fá.


Val nærkast

-Reellla støðan er væl tann, at skjýtur tú hetta málið út nógv longur aftrat, so koma vit nærri og nærri einum vali. Og tess nærri tú kemur valinum, tess torførari verður tað at taka eina rationella støðu. Verður val, so koppar javnvágin. Tá fæst ikki hetta landsstýrið aftur. Og hvar eru vit so spyr hann!

- Tá hava vit einki fingið burtur úr, og tá koma javnaðarmenn og sambandsmenn, møguliga saman við Fólkaflokkinum til, og skal man tá til at byrja aftur av nýggjum.

-Hví fastheldur Tjóðveldisflokkurin um eina ætlan, sum hvørki ein meiriluti av føroyingum ella mótparturin kunnu taka undir við?

-Spyr teir, teirra krav til meiriluta er 50%. Har kann eg heldur ikki vera samdur. Tí við eina fólkaatkvøðu, so má man hava ein so dyggan meiriluta aftanfyri uppskotið, at arbeiðið kann halda á fram og verða liðugt gjørt í skiftistíðini, sum er ætlað til 4 valskeið.

Skuldi man so fingið eitt ómotiverað landsstýri, tvs. sambandsflokkin og javnaðarflokkin til at tikið yvir eftir eina fólkaatkvøða, hvar høvdu vit tá verið henni.

-Men er tað ikki løgmaður, sum í veruleikanum hevur buktina og báðar endar í øllum hesum máli?

-Tað skuldi man trúð. Hann kann bara siga við Høgna, at nú mugu vit antin semjast um at saðla um ella verður hann noyddur at saðla um.

Birgir Danielsen, sum sjálvur hevur verið nøkur ár í politikki, veit eisini, at alt hetta er eisini taktikkur. Tað ræður um ikki at missa andlit. Hann viðgongur tí eisini, at tað besta fyri Fólkaflokkin hevði verið, um Tjóðveldisflokkurin kom til ta niðurstøðu, at her var ikki meira at gera.

Heldur ikki tá talan er um at fáa ein triðja part uppí sum eygleiðari ella meklari er Birgir Danielsen samdur við landsstýrinum. -Tað eru ikki trupulleikar av hasum slagnum, sum ST tekur sær av. Vit hava í Føroyum ein livifót, sum liggur langt oman fyri tað, ið ST plagar at takast við. Og fyri ST vil hetta vera ein innanhýsis trupulleiki. Og spyr ST Danmark um málið, so er svarið givið og tí ikki meira at siga um tað.