Útstykking og bátahylur á veg

Miðvágs Kommuna hevur eina nýggja útstykking klára, og arbeitt fram í móti at gera nýggjan bátahyl saman við Sandavágs Kommunu

Nýggja útstykking við 15 grundstykkjum og ein bátahyl, sum kann rúma teimum størru útróðrarbátunum, eru tvey av høvuðsmálunum, sum Miðvágs Kommuna arbeiðir við í løtuni.
Fyrireikingarnar til at gera umstøðurnar hjá teimum, sum hava bát í Miðvági betri, eru farnar í gongd. Ætlaða útbyggingin verður eitt samstarv millum Mivágs- og Sandavágs kommunur, sigur Napolion Magnussen, borgarstjóri í Miðvágs kommunu.
Bátahylurin í Miðvági er vorðin ov trongur, sigur borgarstjórin. Bátarnir eru ikki bara fleiri í tali, men teir gerast eisini alt størri og størri og krevja tískil eisini betri pláss í hylinum. Sum er, er ikki pláss fyri øllum bátunum, sum rógva út úr Miðvági.
Umframt miðvágsbátarnar, sum eru í hylinum, eru eisini nakrir bátar, sum sandavágsmenn eiga, ið hava fasta støð í Miðvági. Sandavágur er ikki kyrrupláss, og eingir møguleikar eru har at hava bát alt árið, um ein ætlar at rógva nakað út av týdningi.
Hetta samstarvið skuldi verið sjálvsagt, heldur borgarstjórin í Miðvági, tí framman undan hava kommunurnar samstarv um havnarlagið hinumegin vágna.
Bygdarráðið í Miðavági hevur givið teknisku nevnd heimild at taka upp samráðinar við teknisku nevnd Sandavágs kommunu um samstarv um bátahylin. Tilboðið kemur fyri á bygdarráðsfundi í Sandavági mánakvøldið.
Málið er á byrjanarstøði enn, og eingin avgerð av nøkrum slagi er tikin, sigur brogarstjórin í Mivági. Men sjálvandi er kannað, hvønn veg farast skal við einum komandi hyli. Møguleikar eru at fara báðar vegi. Men líkt er tó til at mest fæst burturúr, um farið verður frá verandi hyli og úteftir. Innan fyri eru neyst, og tað kann gera, at hylurin verður minni, um farast skal tann vegin.
Eingin endalig kostnaðarmeting er heldur gjørd enn. Men fyri einum tveimum árum síðan varð ein kanning gjørd, sum vísti, at bara at leggja eitt nýtt grótkast fór at kosta umleið hálvaaðru millión krónur, sigur Napolion Magnussen.
Ein meira ítøkilig verkætlan hjá Miðvágs Kommunu er útstykkingin Norðuri í Heiðum, sigur borgarstjórin. Har verða eini 15 grundstykkir væntandi klár niðan fyri verandi bygging um einar tveir mánar ella so, væntar hann.
Vegirnir, sum gerast skulu í samband við nýggju útstykkinginga, eru avsettir, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er stórur, sigur Napolion Magnussen.
Miðvágs Kommuna fer ein av fyrstu søgunum at seta ein arbeiðsformann í starv. Ein slíkan hevur kommunan ikki hvat síðan 1992, sigur borgarstjórin, sum væntar, at tað kann fara at gera samskipanina av kommunalu uppgávunum betri.
Vestanstevna verður í Miðvági í summar, og í tí sambandinum verður hond ivaleyst tikin í okkurt eyka, sum treingir til ábøtur, væntar hann.
Miðvágur var umtalað fyri vatntrupuleikar fyri einum tveimum árum síðan. Men tann trupulleikin er ikki í dag. Nú er bæði nógv og gott vatn at fáa í Miðvági, sigur borgarstjórin. Men tað er dýrt at pumpa vantið allan veg av Gróthustanga og heim til Miðvágs. Kannað verður nú eftir, um tað kann gerast á onkran bíligari hátt.