Átta mans eru handtiknir í samband við atsóknina í Nice 14 juli, tá ein lastbilur koyrdi ígjøgnum eina mannamúgvu, ið var komin saman at hátíðarhalda Bastille dagin.
86 fólk lótu lív í atsóknini.
Yvirgangsfelagsskapurin Islamskur Statur tók ábyrgd av atsókini, ið bleiv framd av Mohamed Lahouaiej Bouhlel, einum tunesa við fronksum borgaraskapi.
Allir átta, ið nú eru handtiknir hava samband við Bouhlel.