Átta nýggj føroysk frímerki

Í dag gevur Posta út átta nýggj frímerki við fýra ymsum høvuðsevnum. Hesi frímerkini mynda skógir og bjargablómur, umframt list eftir Bergithe Johannessen og Fridu Zachariassen.

Evnið til Evropafrímerkini í ár er skógir ella skógarvøkstur og tað ikki akkurát tað ið fellur fremst í huga, tá talan er um Føroyar, heldur tvørturímóti.

Fyrra frímerkið er ein fotomynd av viðarlundini í Havn, sum Anker Eli Petersen tók eftir ódnina í 1988 og seinna frímerkið er ein mynd, sum Svanna Oknadal hevur tikið av viðarlundini í Kunoy. Virðini á frímerkjunum eru 10 og 12 krónur.

Bjargablóma og sortugras eita vøkru blómurnar á tveimum øðrum nýggjum frímerkjum. Báðar eru uppruna plantur í Føroyum. Virðini eru 14 og 20 krónur og tað er

Astrid Andreasen, sum hevur teknað tey.

Tey seinastu fýra frímerkini vísa føroyska list.

Bergithe Johannessen, sum livdi frá 1905 til 1995 úr Vestmanna, var fyrsti føroyingur, sum lærdi á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Málningarnir á frímerkjunum eru vatnlitamálningar, Skerjut strond og Úr Nólsoy, sum eru málaðir í 1964.

Virðini eru tvær krónur og 14 krónur og tað er Edward Fuglø, sum hevur lagt tey til rættis.

Tey bæði seinastu frímerkini eru listaverk hjá Fridu Zachariassen úr Klaksvík, sum var eitt tað sermerktasta listafólkið í Føroyum í fimmtiárunum. Tey rýtmisku mynstrini og teir lýsandi litirnir í málningunum ?Kona? og ?Urtagarður?, sum eru endurgivnir á frímerkjunum, vísa tað framúrskarandi í hennara sermerkta stíli, sigur Posta.

Virðini á hesum báðum merkjunum eru seks krónur og 26 krónur og tað er eisini Edward Fuglø, sum legði tey til rættis.

Myndin er av frímerkinum við listaverkinum, Skerjut Strond.