Átta nýggj grundstykki á Kambsdali

Í gjár byrjaði entreprenørfyritøkan JHR at grava út fyri átta grundstykkjum, sum skulu gerast byggibúgvin á Kambsdali.

 

Í gjár byrjaði entreprenørfyritøkan JHR arbeiðið at grava út fyri átta grundstykkjum, sum skulu gerast byggibúgvin á Kambsdali, og ætlanin er, at grundstykkini skulu verða liðug í summar.

 

Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd hjá Fuglafjarðar kommunu, vísir á, at hetta er fyrsta útstykking á Kambsdali tey seinastu 8-10 árini. 

 

- Vit síggja stórar møguleikar á Kambsdali, nú fólkavøkstur er í Fuglafjarðar kommunu og í flestu økjum í Føroyum annars. Við fleiri bústaðarmøguleikum vænta vit, at áhugin at seta búgv í kommununi verður enn størri tey komandi árini.

 

Eivin Breiðaskarð sigur, at Fuglafjarðar kommuna eisini hevur eina útstykking á Bøvegi í Fuglafirði, har 12 grundstykki verða gjørd byggibúgvin.

 

- Tað er JHR, sum eisini stendur fyri arbeiðnum á Bøvegi, har øll grundstykkini verða liðug og klár at byggja á í summar. Fleiri av hesum stykkjum eru umbiðin, men eisini her eru nøkur eftir.

 

Varaborgarstjórin og formaðurin í teknisku nevnd sigur, at Fuglafjarðar kommuna selur byggikláru grundstykkini á Bøvegi í Fuglafirði fyri 300.000 krónur, og tey byggikláru á Kambsdali verður seld fyri 200.000 krónur.

 

- Fólk, sum eru áhugaði í hesum grundstykkjum, eru vælkomin at venda sær til Fuglafjarðar kommunu, sigur Eivin Breiðaskarð, sum fegnast um, at kommunan í summar kann bjóða fólki byggibúgvin grundstykki, bæði í Fuglafirði og á Kambsdali.

 

Hann leggur aftrat, at ábendingar eru um, at áhugi eisini er fyri grundstykkjunum á Kambsdali, og eisini her er okkurt grundstykki umbiðið.