-Víkjandi eftirspurningur eftir okkara tænastum ger, at vit mugu repa seglini. Tað sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, sum í dag hevur sagt átta fólkum úr starvi.
Talan er bæði um forritarar og fólk, ið veita tænastur, servicefólk, sigur Niels Christian Nolsøe.
Á vári 2010 fluttu føroysku peningastovnarnir, sum eiga Elektron saman við tí almenna, sínar skipanir til SDC, Scandinavisk Data Center.
Niels Christian Nolsøe vísir aftur, at hetta stigið fyri tveimum árum síðani nú kostar føroysk arbeiðspláss.
- Nei, tað ber ikki til at gera slíka niðurstøðu. Men sum fyritøka mugu vit alla tíðina laga okkum til tørvin og eftirspurningin, sigur Niels Christian Nolsøe.
Eftir uppsøgnirnar í dag starvast umleið 80 fólk hjá Elektron.