Átta systkin hittust á fyrsta sinni

Tað eru 20 ár millum systkini, men tey hava ongatíð verið savnaði øll saman ? ikki fyrrenn í hesi vikuni, tá eitt teirra hevði rundan føðingardag.

Havn: - Nú eydnaðist tað umsíðir, soleiðis at vit øll kundu síggja hvønn annan á fyrsta sinni.
Týsdagin, 28. juni fylti Brynhild Arge í Havn 75 ár. Hetta var sjálvandi ein stórur dagur fyri hana. Men enn størri gjørdist dagurin, tá Brynhild á fyrsta sinni kundi hava øll hini sjey systkin síni rundan um seg samstundis.
Hetta er ongatíð hent áður, hóast tann elsta systirin er 82 og tann yngsti beiggin er 62 ár.
- Jú, tað var ordiliga deiligt at síggja tey øll samlaði, siga tvær av systrunum, Jorena Metheringham og Anny Rock, sum báðar eru búsitandi í Onglandi.
Tær vóru komnar til Føroyar í hesum sambandi, og steðga her nakrar dagar aftrat.

Burtur í tvey ár
Tað var í mars mánaði 1944, at Jorena fór til Onglands saman við manni sínum ? einum enskum hermanni, sum hon varð vorðin gift við í Miðvágs kirkju.
Hon búsettist í Nottingham saman við manninum. Men tað vardi ikki long tíð - í roynd og veru ikki meiri enn góð vika ? fyrrenn hann var aftur á frontinum.
Hesaferð gekk leiðin til Týskalands, har hann var við í endanum av 2. heimsbardaga og til uppruddingina eftir kríggið.
- Eg sá hann faktisk ikki aftur fyrrenn tvey ár sinni, sigur Jorena, sum verður 80 ár í august.
Tá Jorena hevði búð í Onglandi í meiri enn 10 ár, avtalaði hon við yngru systrina, Anny at hon skuldi koma niður at vitja seg.
Anny fór avstað, og fekk arbeiði á sjúkrahúsinum í Derby, har hon seinni fekk sær útbúgving sum sjúkrasystir. Á hesum sjúkrahúsinum lærdi hon ein drong at kenna, sum so seinni gjørdist maður hennara.
Anny býr framvegis í Derby, sum liggur ein tíma við bili frá Worksop, har Jorena býr. Tær tosa oftast saman í telefon, tí hvørgin teirra hevur bil. Men av og á hittast tær til eitt hugnaligt prát.
- Tá vit práta saman í telefonini er tað lættast at tosa á enskum. Tað er mangan so trupult at finna orðini á føroyskum, og tí verður samtalan oftast á enskum.
- Men koma vit fyrst á lagið við tí føroyska, so er tað lættari, siga tær báðar.

Fyrst ferð
Báðar hava tær verið fleiri ferðir í Føroyum ? serliga Jorena, sum í veruleikanum hevur verið her tríggjar ferðir seinastu fýra árini, meðan tað eru fimm ár síðani Anny var her seinast.
Í ár lagaði tað seg soleiðis, at øll átta systkini vórðu samstundis í Føroyum. Tann yngsti beiggin, Aksel sum siglir við rækjuskipi í Canada, fekk ordnað tað soleiðis at hann kundi verða heima í summar.
- Jú, tað var sera gott at kunna hitta øll hini aftur. Tað hava vit glett okkum til í langa tíð, siga tær báðar Jorena og Anny, nú Sosialurin hitti tær mikudagin í heiminum hjá systursoninum, Haraldi Haraldsen í Hoyvík.