Áttanda finalan hjá Maldini

Maldini hevur verið í sjey europa-cup finalum, harav hann hevur vunnið tær fýra. Alessandro Costacurta hevur spælt fimm finalaur og Clarence Seedorf hevur spælt fýra finalur. Seedorf er annars einasti spælarin yvirhøvur, sum hevur verið í Champions League við trimum feløgum. Nevnliga við Ajax, Real Madrid og Milan.

Finalurnar, sum Maldini hevur spælt, hava verið móti 1989 (Milan-Steaua 4-0), 1990 (Milan-Benfica 1-0), 1993 (Marseille-Milan 1-0), 1994 (Milan-Barcelona 4-0), 1995 (Ajax-Milan 1-0), 2003 (Juventus-Milan br. 2-3), 2005 (Milan-Liverpool br. 2-3).