So hendi tað aftur. Tveir partar á arbeiðsmarknaðinum megna ikki at gera eina nýggja sáttmálasemju, og úrslitið er, at eitt heilt samfelag verður lagt lamið. Enn einaferð eru vit vitni til, at óskipaði føroyski arbeiðsmarknaðinum elvir miklan ruðuleika, tá arbeiðssteðgur herjar landið.
Aftur hesaferð eru røddir frammi um, hvussu illa føroyski arbeiðsmarknaðinum riggar, og at tað er burturvið, at eitt fakfelag-hesaferð Maskinmeistarafelagið- frá degi til dags hevur møguleika at leggja eitt heilt samfelagið lamið.
Tað má vera í fáum framkomnum samfeløgum í heiminum, at ein arbeiðssteðgur hjá 40 monnum kann ávirka eina grundleggjandi tænastu sum elveitingina.
Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at afturvendandi stríðsmálini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru vorðin til ein álvarsaman samfelagstrupulleika.
Verja kongaríkið
Jóhan Páll Joensen er formaður hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og hann er fúsur at taka í egnan barm og ásannar, at tað hevur gingið alt ov strilti hjá pørtunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum-eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag- at nútímansgera føroyska arbeiðsmarknaðin, so tað ber til forða fyri, at eitt heilt samfelag verður ávirkað av eini sáttmálaósemju.
Í flest øllum øðrum samfeløgum eru fastar mannagongdir, hvussu sáttmálaósemjur verða loystar, meðan í Føroyum valdar nærum lógloysi. Meðan fakfeløg í Føroyum kunnu frá degi til dags lýsa við verkfalli, hava fakfeløgini í okkara grannalondum bæði fráboðanarskyldu og tíðarfreist, áðrenn tey kunnu seta verkfall í verk.
Spurdur, hvørji stig, hann metir, skulu takast fyri at sleppa undan slíkum ruðuleika, sum valdar í føroyska samfelagið í hesum døgum, svarar Jóhan Páll Joensen:
-Fyrsta stigi er, at partarnir nýta sunnan fornuft og hava virðing fyri hvørjum øðrum. Fyri mær at síggja hevur størsti trupulleiki seinastu árini mongu árini verið, at fakfeløgini hvør í sínum lagi hava vart sítt egna kongaríki. Heldur enn at hava heildina í huga, hava fakfeløgini í alt ov stóran mun dyrkað síni egnu áhugamál, og tað hevur avgjørt verið ein forðing fyri at nútímansgera føroyska arbeiðsmarknaðin, so hann er á hædd við arbeiðsmarknaðirnar í okkara grannalondum.
Nýtt ættarlið
Ingeborg Vinther. Óli Jacobsen. Ellintur Abrahamsen. Jákup Sólstein. Vígdis Johannesen. Hetta eru nakrir av oddafiskunum í føroysku fakfelagsrørsluna seinastu mongu árini.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at ein orsøk til, at tað hevur gingið og framvegis gongur so striltið við at nútímansgera føroyska arbeiðsmarknaðin er, at sitandi fakfelagsleiðarar royna at halda fast um verandi støðu fyri at varðveita sína valdsstøðu.
-Hetta er ein process, vit skulu ígjøgnum. Tað sær út til at taka langa tíð í Føroyum fyri at koma eitt stig víðari. Hetta hevur eisini nakað við tey ættarlið, sum sita í fakfelagsrørsluni í dag skulu skiftast út, og nýggj fólk við øðrum hugsanum koma fram at, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vilt tú harvið siga at "gomlu" topparnir í fakfelagsrørsluni eru høvuðsorsøkin og tað er neyðugt at skifta teir út, áðrenn føroyski arbeiðismarknaðurin kann nútímansgerast?
-Tú fært meg ikki at siga at allir topparnir skulu skiftast út, men tað er klárt, at okkara hugsan ávirkar støðuna, tí vit eru eitt produkt av eini tíð, sum kanska ikki svarar til tíðina í dag. Men sum sagt so er hetta ein process, svarar formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Arbeiðsrætt og høvuðsavtala
Jóhan Páll Joensen letur ongan iva vera um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir, at partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum koma ásamt um ein arbeiðsrætt og eina sonevnda høvuðsavtalu.
Eitt aðalmál í høvuðsavtalum er, at fakfeløgini missa rættindini til at fara í verkfall, tá eitt sáttmálaskeið er lokið. Á føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag eru fáar høvuðsavtalur. Føroya Lærarafelag er kortini eitt felag, ið hevur eina høvuðsavtalu.
Arbeiðsrætturin er ætlaður til at viðgera og loysa sáttmálatrætur, meðan sáttmálaskeiðið er.
Arbeiðsrættur og høvuðsavtala eru arbeiðsmarknaðarskipanir, ið verða nógv nýttar í øðrum londum, men í Føroyum hevur serliga arbeiðarafeløgini sett seg ímóti slíkum skipanum, tí tey vilja ikki at skerja sín verkfalsrætt.
Hvørji eru útlitini fyri at tit megna sannføra arbeiðarafeløgini um ein arbeiðsrætt og høvuðsavtalur?
-Nú veit eg ikki, hvør hevur til uppgávu at sannføra hvønn, men tað besta er, at partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum sjálvir finna út av at skipa viðurskiftini betri, tí tað hevði verið óheppið um myndugleikarnar velja at smoyggja okkurt yvir okkum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hvussu væntar tú føroyski arbeiðsmarknaðurin sær út um 10 ár?
Tá eru vit við vissu komnir víðari. Eg dugi ikki at siga, hvussu langt vit eru komnir, men vónandi er ein arbeiðsrættur fingin í lag, og ávisir partar av arbeiðsmarknaðinum hava gjørt høvuðsavtalu., svarar Jóhan Páll Joensen