Ættarliðsskifti á Toftum og Tvøroyri

Nýggja B68 liðið fekk fýra mál, eftir at tvørámenn høvdu mist ein mann

LØGMANSSTEYPIÐ

B68 er framvegis væl við í kappingini um tey átta plássini í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Tað er TB ikki. Nú tað resta tvey umfør í bólkaspælinum bendir alt á, at teir fara at taka sær av aftasta plássinum.
Hesin veruleikin man ikki pína so nógv á Sevmýri. Har arbeiða teir við at samanspæla eitt lið, og tá hevur tað størsta týdningin, at liðið verður væl fyri, tá ið tað verður farið undir landskappingina.
Á Svangaskarði vóru veteranarnir á TB liðnum umframt jugoslaviska Vladimir Matijevic spælandi venjarin, Jón Johannesen, miðvallarin Einar Petersen og framrættaði Dan Mortensen, sum tey seinnu árini hevur verið mest eyðsýndi TB spælarin. At hann noyddist skaddur av vøllinum, tá ið fyrra umfarið var 27 minuttir gamalt var sjálvandi ein smeitur.
Millum ungu menninar vóru Rasmus Nolsøe, sum er komin aftur úr Brøndby, har hann royndi seg í heyst, og Allan Smedemark, sum er sonur Poul Erik, ið var ein av stóru stuðlunum, tá ið TB í 1976 vann FM.
Í 51. minutti varð Kim Roest rikin av vøllinum, eftir at hann við hondini hevði tikið bóltin uttanfyri brotsteigin. Dómarin hevði tveir minuttir frammanundan givið sama spælara gula kortið, men sambært dómaraseðilin metti hann hetta seinna brotið so mikið álvarsligt, at hann vísti beinleiðis reytt kort.

Lætt spæl
Hjá B68 vóru Øssur Hansen og Hans Fróði Hansen ikki við. Tann fyrri var skaddur, og tann seinni var leikbannaður. Bogi Petersen var í miðverjuni, har hann ikki hevur roynt seg áður (higartil hevur hann verið miðvallari og vongverji), og á høgra vongverja var Jóhan Dávur Højgaard, sum ikki hevur verið á besta liðnum áður. Fótbóltsevnini hevur hann ikki frá fremmandum. Hann er sonur Aksel Højgaard.
Í 3. minutti setti Súni Fríði Johannesen hol á, eftir innlegg frá Kristiani Poulsen, sum við góðari ferð hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum.
Níggju minuttir seinni økti Jóhan Petur Poulsen. Hegnisliga lyfti hann upp um Jónas Johannesen, sum kom út úr TB málinum.
Eftir at TB var vorðið undirmannað, vóru eftiransingarnar sera leysar. B68 trýsti, og tað mesta gekk fyri seg í og frammanfyri brotsteigin. Fróði Benjaminsen stútaði til 3?0, eftir frísparksinnleggið í sambandi við útvísingina. Súni Fríði Johannesen átti síðsta fótin, tá ið B68 økti til 4?0, so var tað Øssur Jacobsen sum úr vinstru smekkaði í handara síðunetið, og ein av ungu monnunum, Kristian Anton Andreasen, sum var komin á vøllin tjúgu minuttir frammanundan, syrgdi fyri tennisúrslitinum, tá ið hann í næstsíðsta minutti sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.
Ove Magnussen, sum í fjør var á U?17 landsliðnum, var á B68 liðnum síðstu tjúgu minuttirnar. Um ikki fyrstu ferð so var hetta í hvussu so er ein av fyrstu ferðunum, at hann fekk møguleikan á besta liðnum.

Dysturin í tølum
B68?TB 6?0 (4?0)
1?0: Súni Fríði Johannesen 3.
2?0: Jóhan Petur Poulsen 12.
3?0: Fróði Benjaminsen 51.
4?0: Súni Fríði Johannesen 56.
5?0: Øssur Jacobsen 64.
6?0: Kristian Anton Andreasen 89.
Reytt kort: Kim Roest, TB, 51.
Dómari: Páll Augustinussen
B68: Albert Sævarson ? Jóhan Dávur Højgaard, Dánial Hansen, Bogi Petersen, Mannbjørn Nesá ? Kristian Poulsen, Jan Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Jacobsen ? Súni Fríði Johannesen, Jóhan Petur Poulsen
TB: Jónas Johannesen ? Allan Smedemark, Kim Roest, Vladimir Matijevic, Jens R. Sørensen, Andre Dalfoss, Einar Petersen, Dan Mortensen, Rasmus Nolsøe, Jón Johannesen, Kai Roest