Ættarsøgan hjá Hansinu, mammu Janus

Sum Janus hevur sína ættarsøgu frá pápanum, so hevur hann eisini sína søgu frá mammu síni. Her skal lýsast ein partur av henni

Byrjar í Leirvíksfirði í 1727
Hendan søgan hjá Hansinu byrjar í 1727 í Leirvíksfirði. Ein bátur av Blankskála hevði verið yviri á Vík við Leirvík eftir torvi. Á vegnum heim øtlaði veðrið. Báturin drakk sjógv og sakk, og fleiri druknaðu. Millum teirra vóru feðgarnir Pæt­ur og tann ungi Niclas Petersen, sum vóru úr Lykkerhúsi, einum av teimum fýra húsunum á Blank­skála. Niclas var trúlovaður Else­beth Hansdatter úr Fuglafirði, og tað vísti seg, at hon var við barn. Hon fekk eina dóttir, sum tann 19. november 1727 varð doypt Suniva Niclasdatter. Hennara eftirkomarar er útgreinaðir av Freydis Poulsen í Varðanum 2000 og 2001, har hon hevur staðfest fleiri hundrað av eftir­komarunum hjá Sunnivu, mill­um hesi sovæl tann, sum skrivar hesar reglur, og Janus úr Dímun.

Ættin kom í Tjørnustovu
Sunniva giftist í 1764 við Ísak Joen­sen í Heimistovu í Fuglafirði. Hann var 16 ár yngri enn hon.Tey fingu fimm børn. Eitt av teimum var Elsebeth Isaksdatter, f. 1767. Hon giftist við Jákupi Heinesen, bónda í Guttastovu í Leirvík.
Tey fingu seks børn. Tað elsta var Anna Jacobsdatter, f. 1794. Hon giftist við Óla Jacobsen, bónda í Tjørnustovu í Norðragøtu. Ein onnur dóttir var Sunneva Jacobs­datter, sum giftist við Høgna Jacob­sen, beiggja Óla Jákup. Tey búsett­u­st í Leirvík, og nógv, sum eita Høgnesen eru ættað frá teim­um.
Anna og Óli í Norðragøtu áttu 8 børn. Sunnuva og Høgni í Lorvík áttu 5 børn. Hesi vóru tískil dupult systkinabørn.

Her kemur Skúvoy inn í myndina
Nú byrjar søgan í Skúvoy. Keldan er munnligar frásagnir og Skúvoyar søga.
Søgan byrjar við, at Andrass á Vattóli í Skúvoy hevði lagt ástir saman við Marjun, f. 1815, sum var bóndadóttir niðri í Stovu. Hon stóð til at taka festið. Andrass átti ikki sýru í vegg, so hann var sera óynsktur sum versonur. Men ráð vóru fyri tí. Tey senda dóttrina til Norðragøtu saman við einari arbeiðsgentu, sum var haðani. Tað riggaði heilt væl. Skjótt var Andrass gloymdur, og Marjun varð trúlovað við Óla Jákup, elsta bóndasoninum í Tjørnustovu, sum stóð til at fáa festið her. Men tá tað nú stóð Óla Jákupi í boði at fáa eitt enn størri festi í Skúvoy, tað var 5 1/2 mørk móti tveimum í Tjørnustovu, valdu tey bæði at taka við tí, og tey flyta til Skúvoyar. Tey giftust í 1841 og hann festi í 1845.
Hetta var so byrjanin til eina rættiliga innrás av systkjunum hjá Óla Jákupi í Skúvoy. Tað fóru nevniliga ikki færri enn 5 systkin tilsamans til Skúvoyar. Umframt Óla Jákup fóru:
a. Johan Frederik, f. 1820, g.v. Malenu Danielsdatter í Skúvoy. Hann kom til Skúvoyar sama ár sum Óli Jákup at vera húskallur hjá Dánjali í Jógvans­stovu.
b. Elsebeth Sofie, f. 1826, g.v. Jógvan Hansen í Skúvoy. Hon kom í 1848.
c. Hans Peder, f. 1831. Hann kom í 1849. Hann var ógiftur og datt oman í Skúvoy í 1863. Tað sigst at hann var trúlovaður í Skúvoy við Onnu úti í Stovu, og ætlaði at búsetast her.
d. Hans Jacob, f. 1834. Hann kom í 1853. Kona hansara var Marin S Gregersen. Og tað kanska løgna er, at hon var úr Kunoy, so tey vóru bæði tilflytarar.

Í ætt við flestu skúvingar
Umframt hesi fimm systkini flytur Pól Høgnesen f. 1820 um somu tíð til Skúvoyar. Hann var sum nevnt dupult systkinabarn við umrøddu systkini. Hann giftist fyrst við Onnu í Garðinum, og tá ið hon doyði við Bernhardinu Magnusdóttir av Sandi. Tað er nærliggjandi at halda, at Poul hevur frætt frá sín­um systkinabørnum, hvussu gott tað var í Skúvoy, so hann er farin aftaná teimum. Tað var jú altíð nógv samband millum Lorvík og Norðagøtu.
Anna og Poul fingu fýra børn. Elstur var Hendrik f. 1845. Hann gekk burtur undir Dímun skaða­dagin 30. apríl 1870. Tað fórust sjey skúvoyingar við tveimum bátum hendan dagin, eftir at annar báturin hevði sett ein mann av í Dímun. Tað var gott veður hendan dagin, tí vóru nógvir bátar úti. Men knappliga brast á av landnyrðingi norðan við stormi og kavaroki. Hetta er ringasta ætt í Suðuroyafirði.
Hendrik var giftur við Marionnu Katrinu Poulsen úr Skopun. Hon flutti aftur til Skopunar við dóttrini Onnu, sum tó doyði longu í oktober sama ár.
Næstur var Hans Desiderius Poulsen f. 1847. Hann giftist við Súsannu Uppí Garði f. 1857, sum var systkinabarn hansara. Tey bæði fingu 10 børn.
Elst av teimum var Olivia Kristina f. 1878. Hon giftist við Filippus Joensen f. 1872 av Skarvanesi. Tey búsettust í Skúvoy.
Tey bæði fingu 12 børn. Næstelst av teimum, og tað elsta, sum vaks til, var Hansina, mamma Janus. Tað kann verða nevnt, at ein mammubeiggi Hansinu, Johan Hendrik, var pápi Hákun Djurhuus, kendur politikkari. Mamma hans­ara var Armgarð, systir Áar­stovubrøðurnar í Havn.
Eisini kann verða nevnt, at ein systir Hansinu, Súsanna f. 1915, giftist við Kjartan Hentze, langabbason Óla Jákup, tann fyrsti av systkjunum í Norðragøtu, sum fluttu til Skúvoyar. Tað var hann, sum kom at hava postflutningin til Dímunar í nógv ár.

Poul fremri enn aðrir menn
±Tað verður sagt um Poul Høgnesen, langabba Janus, í Skúvoyar søgu, at hann var í mangar mátar fremri enn aðrir menn. Eitt dømi um tað er, at hann var fyrsti maður í Skúvoy, sum fann uppá at fara uppá land undir oynna at fleyga lomviga. Fyrr høvdu teir bara fleygað frá báti. Hann hevði ein úthandil í Skúvoy fyri Mortensen á Tvøroyri. Seinni fór hann at handla fyri egnu rokning og bygdi pakkhús, sum enn er til.
Hann var eisini limur í taxatións­nevndini, sum virðismetti jarðirnar í Sandoyar sýslu.
Ættin niðri í Stovu
Her skal greiðast eitt sindur frá ættini hjá Óla Jákupi og Marjun. Óla Jákup hevur uttan ivað verið álitismaður. Hann var ein av tveimum skúvoyingunum, sum varð valdur í skúlanevnd í 1850-unum.
Tey bæði fingu bert eina dóttir, Sunniva, f. 1842, uppkallað eftir ommuni í Skúvoy. Óli Jákup doyr longu í 1861. Marjun doyði í 1895.
Sunneva giftist í 1863 við Johan Mikael Hentze Mikkelsen, føddur í Skopun í 1841. Tískil verður Johan bóndi.
Johan og Sunniva fingu trý børn. Sonurin Óli Jákup Hentze, uppkallaður eftir abbanum úr Gøtu, verður bóndi. Hann giftist í 1894 við Sissal, dóttir Janus Úti í Stovu.
Tey fingu 9 børn. Tann elsta av teimum var Sunneva, sum giftist við Poul Müller í Havn, hvørs ætt er umrødd í Miðvikuni.
Hetta merkir alt, at Janus og hansara eru í ætt við flestu skúvoyingar. Myndirnar í hesum parti eru allar úr Skúvoyar søgu hjá Petur Andreassen.
--------


Komandi partur
verður m.a. greitt frá, tá ið abbi Jenis av Rana var jarðar­móður