Óttast einans tín egna ótta

– Eg hevði helst ongantíð farið í kríggj fyri mítt land, haldi eg fyri.

Amoz andar inn frá sigarettini. Fyrrverandi hermaðurin, sum bardist andlit til andlits móti Hizbollah-militsum í ein mánað í Suðurlibanon á sumri í 2006, og sum hetta fríggjakvøldið í Tel Aviv slappar av saman við vinmonnum.

Í tímar havi eg spurt hann um lívið sum hermaður. Um hvussu tað í roynd og veru er at vera har úti á vígvøllinum við eini maskinbyrsu og kempa fyri sínum lívi, sínum kammeratum og sínum landi. At søkja sær skjól, tá tungu rakettirnar bresta í jørðina í einum inferno av støvi, gróti, jørð og larmi. At vita, at tað heila kann vera liðugt hvørja løtu.

Amoz og hansara vinfólk, sum øll hava verið ella eru í ísraelska herinum í tvey ella trý ár – kvinnurnar sleppa við tveimum – flenna at hesum norðurlendska pasifistinum, sum um tey ongantíð hava møtt einum bláoygdari menniskja. Og tað hava tey kanska heldur ikki.

– Í ávísum førum er kríggj neyðugt, um tú vilt varðveita títt samfelag. Og tá tit evrope­arar prædika um mannarættindi og liberalt demokrati, so skulu tit vita, at hetta er eitt luksus fyri lond í friðarligum umstøðum. Tann dagin Noreg og Ísland og Skotland lýstu kríggj ímóti Føroyum ella Danmark, so hevði títt sam­felag eisini verið umbroytt til ein fucking paranoidan politistat, sigur Amoz.

Hann hevur fingið nóg mikið av Ísrael. Av fígg­­indasinnaðu granna­londunum. Av endaleysu ísraelsku-arabisku konflikt­ini. Hann er júst liðugur í herinum og hevur roykt og ballast og surfað líka síðani. Og nú fer hann at fjakka. Burtur frá stríði og úrslitaleysum samráðingum.

Upplivingarnar frá vígvøllinum eru sølt sár í sálini. Demonar, sum ikki doyggja. Tak t.d. Jonathan, sum stríddist á Vestara Áarbakka ímóti ymsum fraktiónum í PLO (Palestinian Liberation Organization), og sum líka síðani hevur verið í viðgerð fyri post-traumatiska strongd. Í kvøld drekkur hann øl og rópar og flennir og tvætlar. Serstakliga stuttligur fýrur. Men Amoz fortelur mær í einum horni í hesi myrku og slitnu íbúðini, at vinmaðurin hinumegin borðið er ein desillusionerað sál, oyðiløgd av krígnum.

– Summi menniskju eru bara ikki gjørd til at fara í kríggj. Viðkvæmar sálir, hvørs upplivingar frá vígvøllinum hava borað seg fastar. Neyðars Jonathan, sigur Amoz stillisliga, næstan teskandi, og skrúvar upp fyri legenduni úr Nirvana, Kurt Cobain, sum eisini fekk nóg mikið av lívinum.

 

***

– Men hvat við tær sjálvum, Amoz? Hevur tilveran sum hermaður broytt teg? Tú luttók í einum kríggi, sum kravdi yvir 1000 mannalív næst seinasta summar, sigi eg og minnist aftur, at eg sjálvur var staddur í Ísrael, beint áðrenn tað kríggið av álvara brast á.

Amoz greiðir frá, at við krígnum gjørdist kenslan av deyðanum meiri hjástødd og livandi. Hann fekk eyga á onnur virðir og fór at raðfesta øðrvísi.

– Eg setti mær fyri at njóta lívið meira. At liva her og nú í staðin fyri at jagstra mál, sum kortini ikki gera meg lukkuligari. Eg haldi, at vit hava ein forskrúvaðan hugburð til fyribrigdið lukku, sigur Amoz.

Men hvat er lukka? Eg fari at tosa um ein av mínum egnu sálarhirðum, Dalai Lama, og hansara vísdómsorð um mentala disciplin. Um at bjóða negativum tankastrukturum av og tilvitað dyrka uppbyggjandi hugsanir. Men halt kjaft sum tað mangan er langt millum teori og praksis. Patologiska rastloysið. Ósløkkjandi tostin eftir svarum uppá lívsins loyndarmál, sum háðandi halda mannaættina fyri gjøldur. Og notoriski deyðsóttin, sjálvandi.

– Tað snýr seg um at avmystifisera deyðan. Vit óttast deyðan, tí hann er so ónatúrligur og fremmandur. Men tann dagin vit góðtaka deyðan, og hann sleppur at smelta saman við lívinum, so eru vit nærri lukkuni, sigur Amoz og fær sær av síni Goldstar.

Eg eri samdur. Haldi, at eg mangan óttist lívið meiri enn deyðan. Væl at merkja tað lívið, sum ikki verður gagnnýtt til fulnar. Sum ikki sleppur at royna sítt yndi. Og vit skála fyri lívinum og velja at verða samdir um, at rætt livað er lívið sgu langt nokk.

Á gongutúrinum á veg heim fram við strondini í kolasvørtu ísraelsku náttini taki eg Weekendavísina úr síðutaskuni. Detti niður á eina grein við yvirskriftini “Frygt kun din egen frygt”. Bulls Eye! Áh, sum hasin setningurin kom sum sendur av himli, hugsi eg. Finni nærmasta bonk undir einum lyktapela og seti meg at lesa, meðan Miðalhavið sendir ljóðspakar aldur niðan eftir sandinum.

------

heini_skorini@yahoo.com