Amerikansku bøndurnir stúra fyri, at tann herviliga sjúkan neytaøði kann fara at breiða seg suður um kanadiska markið, har myndugleikarnir júst hava staðfest enn ein tilburð av sjúkuni.
Tað ørkymlar eisini amerikansku bøndurnar, at tað tekur so langa tíð at staðfesta sjúkuna. Í Kanada vísti tað seg at taka hálvan fórða mánað. Tann 31. januar kannaðu djóralæknar eina kúgv, men ikki fyrr enn tann 16. mai varð endaliga staðfest, at kúgvin hevði neytaøði.
Síðani staðfestingina hava amerikansku myndugleikarnir steðgað øllum innflutningi við livandi neytum og neytakjøti úr Kanada. Í fjør útfluttu kanadisku bøndurnir 575.000 tons av neytakjøti, og 90 prosent fóru á amerikanska marknaðin. Eingin kúgv í USA hevur havt neytaøði, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfest í Bretlandi fyri 17 árum síðani, og Ann Veneman, landbúnaðarmálaráðharri, sigur, at stjórnin fer at gera alt, sum gerast kann, fyri at forða fyri, at sjúkan kemur til landið.