Óttast yvirgangsálop í Svøríki

Svenska trygdarløgreglan hevur fingið frænir av, at eini sjey, átta yvirgangsmenn frá IS eru komnir til Svøríkis og fyrireika eitt álop.

Svenska blaðið Expressen skrivar í dag, at svenska trygdarløgreglan Säpo hevur fingið at vita, at eitt toymi av yvirgangsmonnum frá IS eru komnir til Svøríkis og ætla sær at fremja eitt álop. Tað er irakiska fregnartænastan, sum hevur handað Säpo hesa kunningina.

 

Irakiska fregnartænastan vil vera við, at yvirgangsmenninir eru í Stockholm, og at teir hava ætlanir um at loypa á sivil mál.

 

Säpo váttar, at tey hava fingið kunning um málið, og tora ikki blankt at avvísa uppáhaldið frá irakisku fregnartænastuni. Tað hevur tó enn ikki eydnast teimum at vátta kunningina frá irakum, men svenskir tænastumenn eru farnir til Irak fyri at kunna seg nærri.

 

Fyribils hava svenskir myndugleikar tó ikki heitt á fólk um at seta tiltøk í verk ella ávara tey móti at savnast á almennum støðum. Áheitanin nú er at lata lívið ganga sína vanligu gongd og ikki gera nakað ónormalt.