Átti eina dóttir fyri 10 mánaðum síðani

? og varð kosin ársins sprund leygarkvøldið

Tað var 20 ára gamla Annika F. Joensen úr Havn, ið fekk heiðurin at kunna rópa seg ársins sprund 1999. Tað tóktist at koma nakað óvart á hana, at hon vann: ?Eg hevði als ikki væntað at vunnið, og tískil gjørdist eg so ovurfegin, tá eg hoyrdi úrslitið.? Sigur hon vælhýrd, meðan vinfólk ynskja henni tillukku.

Annika var ein av teimum, ið meldaði seg til í síðstu løtu: ?Eg meldaði meg ikki til fyrr enn hósdagin, so eg hevði bert tveir dagar, og tískil var tað eingin møguleiki at fyrireika seg nakað serligt sjálv. Men eg vandi at ganga á palli og tílíkt saman við hinum gentunum.?

Spurd um hon nú ætlar sær at gera meira við tað, og kanska fara at royna seg uttanlanda sigur Annika: ?Tað liggur ikki so væl fyri hjá mær, tí eg eigi eina 10 mánaðar gamla dóttir, ið eg havi at taka mær av. Eg hevði ætlanir um at fara í skúla nú í summar, men tað var ógjørligt at fáa nakran at passa dóttrina, tískil bíði eg við tí til næsta ár. Eg havi tó altíð ynskt at verið model, men tað verður so ikki uttanlanda nú í fyrstu atløgu.? Annika er forlovað og býr saman við dronginum inni hjá verforeldrunum. Spurd um hon íðkar ítrótt o.a. fyri at halda sær í form, sigur hon: ?Nei, nei, eg geri als einki við tílíkt, eg havi sum sagt bara gingið heima nú ta síðstu tíðina?.