Áttinda fakfelagið vísir stuðul

Nú hava átta fakfeløg víst samhuga við sjúkrarøktarfrøðingunum

 

Sum tað áttinda fakfelagið í dag hevur Føroya Handverkarafelag sent eina yvirlýsing í samband við verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, har tey vísa fullan stuðul til fakfelagið í samband við verkfallið, og harta Fíggjarmálaráðið fyri teirra samráðingarleist.


Frammanundan hava Skipara- og Navigatørfelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag  og Føroya Handverkarafelag sent fjølmiðlunum líknandi skriv.


Yvirlýsingin hjá Føroya Handverkarafelag, ið er undirskrivað av formanninum Suna Simonsen, er fylgjandi:


Føroya Handverkarafelag vil við hesum lýsa Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sín fulla stuðul, nú teirra limir eru í verkfalli at vinna betri lønarsømdir.


Føroya Handverkarafelag tekur fult undir við kravinum um fríar samráðingar og átalar, at lønarkarmar, sum eitt fakfelag hevur avtalað, skulu vera galdandi fyri onnur fakfeløg sum kravboð.


Sjúkrarøktarfrøðingar eiga at fáa eina løn, sum svarar til teirra útbúgving og avrik okkum øllum til frama.


Føroya Handverkarafelag vónar, at partarnir skjótt fara undir veruligar samráðingar og koma til eina semju, sum tryggjar sjúkrarøktarfrøðingum eina virðiliga løn.