Áttu at fingið nógv meiri burtur úr sjóvinnuni

Var tann føroyska sjóvinnan lutfalsliga líka stór sum tann danska, so stóð hon fyri eini inntøku til samfelagið upp á umleið tvær mia. krónur Hetta er tó langt frá veruleikanum í dag, tí mett verður, at í løtuni gevur føroyska sjóvinnan samfelagnum einar 400 mió. krónur í inntøku.

Spurningurin er so, hvussu vit fáa sjóvinnuna at geva meira av sær. Tann spurningurin verður umrøddur á ráðstevnuni Shipping Føroyar 2008, sum verður í Norðurlandahúsinum tann 7. mars. Har fara fólk frá Danska Reiðarafelagnum, Torm A/S, Mærsk Supply Service, Simon Møkster Shipping og Sjóvinnudeplinum at halda fyrilestur um evnið.

-Vit halda, at føroyska sjóvinnan kann fáa munandi meira burtur úr sjóvinnuni. Eitt nú um vit fáa FAS skipanina betri, siga fyrireikararnir, sum eru Føroya Banki, Reiðarafelagið fyri farmaskip og Sjóvinnudepulin.

Millum 800 og 1000 føroyingar sigla við útlendskum reiðaríum, serliga donskum, norskum og skotskum.

Kelda: Kringvarpið