Páls Høll verður er opin jólaaftansmorgun.
Jólaaftan følist ofta drúgvur hjá mongum, kanska serliga hjá børnum. Tað er jú leingi, til jóladøgurðin kemur á borðið, og gávurnar verða latnar upp.
- So hví ikki stytta sær um stundir við morgunsvimjing og hugna í Páls Høll? spyrja tey á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.
Her verður sagt, at baðilandið í Vági letur dyrnar upp jólaaftansmorgun til viðskiftafólk.
- Í Páls Høll kunnu jólagestirnir taka nakrar longdir í 50 metrahylinum ella njóta eina løtu í heita barnahylinum.
Lagt verður aftrat, at hitarúmini eru deiliga heit og fjálg, og opið verður jólaaftansmorgun millum klokkan 08 og 10.30.
Í Páls Høll í Vági ynskja tey øllum eini góð jól, nú jólini eru beint hinumegin hornið.










