Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum
Tue West Band í Norðurlandahúsinum í oktober
Líka síðan Tue West í 2003 fekk sítt fyrsta stóra gjøgnumbrot í Danmark hevur hann verið ein tíðandi partur av danska sangskrivarapallinum. Hansara tónlistarligi og lýriski hugaheimur er bæði forteljandi, poetistiskur og sveimandi. Summatíðir skeivur, onkuntíð meira beint fram og til tíðir stórbærur ella minimalistiskur. Fyrr í ár kom 6 pláta “Der er ingen der venter på os” á marknaðin. Tue hevur í hesum sambandi savnað eitt sjeymansorkester við nøkrum kendum andlitum frá danska jass- og rokkumhvørvinum t.d. Efterklang, “I got you on tape”, Steffen Brandt og Cecilie Nordby
Orkestrið er mannað við Mikkel Ploug Petersen, Albert Raft Rasmussen, Mads Gjellerod, Jeppe Jensen Skovbakke, Jeppe Gram og Niklas Antonsen
Leinkja til eitt nýggju løgunum hjá Tue West Band
www.facebook.com/Tue-West-Musik-319075298262/videos
Konsertin verður leygarkvøldið 8 oktober kl. 19.30