Undanfarna vika var á tremur við tónleiki, tá árligi SPOT festivalurin fylti býin. Við á festivalinum vóru føroysku ORKA og HOGNI. Gaffa ummælarin, Sara Bindeballe hevði gjørt sær ómak við ummælinum av ORKA, og var so mikið hugtikin av tónleikinum, at hon gav bólkinum fimm av seks møguligum stjørnum fyri konsertina. Leysliga týtt sigur ummælarin nakað soleiðis: “At traðka inn í rúmið, tá ORKA framførdi sítt fyrsta lag, er sum at traðka inn í eitt inferno av ljóði. (...) Sentralt stendur vokalurin hjá Eivør Pálsdóttir. Hon dominerar ikki, onkuntíð sker hon ov nógv í gjøgnum, og til tíðir druknar hon í larminum, men fyri tað mesta er hon akkurát sum hon skal, og vevur dragandi kring tungu beat’ini. Í fyrstu sangunum manar rødd Eivarar og føroysku tekstirnir fram eitt norðurlendskt og næstan miðaldarligt huglag av frostklárum náttum, vetrarmarkir og saga’ir.”
Ummælarin heldur fram og sigur, at hon er hugtikin av ljóðførunum, og flokkar ORKA í bólk saman við Tom Waits. Hon rósar konsertini fyri at vera so umskiftilig, at forvitnið hjá lurtaranum verður varðveitt alla konsertina. At enda fegnast ummælarin um at hoyra so góðan tónleik á øðrum máli enn enskum, og gevur ORKA fimm av seks stjørnum fyri avrikið.
Manisk HOGNI
HOGNI, eisini kendur sum Høgni Lisberg, fær eisini vøkur orð á vegnum. Ummælari frá Rootszone var til staðar, tá HOGNI spældi sína konsert á midnátt fríggjakvøldið á Archaus pallinum. Hann sigur nakað soleiðis um konsertina hjá Høgna Lisberg. “Við síni manisku karisma var HOGNI í sentrum, og saman við einum supertight trummara og einum bassspælara, sum heldur vil spæla gittar, vísti HOGNI at hóast lága íbúgvaratalið í Føroyum, kunnu føroyskir tónleikarar levera tað besta innan allar hugsandi sjangrur.”
Ummælarin kendi nakað til Valravn við føroysku Onnu Katrin Egilstrøð á odda. Ummælarin var ikki so imponeraður av bólkinum, sum onkuntíð fyrr, og helt at ein skrá uppá 45 minuttir var nakað tøtt til Valravn.