Tað kann so væl henda, at fiskiskapur eftir tunfiski verður ein lønandi framtíðarvinna í Føroyum.
Men tað er neyðugt at arið verður fram við størsta varsemi.
Føroya Fiskasøla er ein fyritøka, sum hevur sæð møguleikarnar í fiskiskapinum eftir tunfiski undir Føroyum.
Johannes Jensen á Fiskasøluni sigur, at tað eru trý ár síðani, at fyrispurningur kom frá japanarum til Fiskasøluna um tunfisk undir Føroyum.
Síðani hevur Fiskasølan samstarvað við japanarar, um loyvi at fiska tunfisk undir Føroyum.
Fyribils úrslitið av samstarvinum var, at í fjør vóru trý japansk tunfiskaskip undir Føroyum.
Royndirnar í fjør góvu so mikið gott úrslit, at roynt verður aftur í ár við trimum skipum.
Og tað fyrsta av teimum er longu komið.
Tað er Chiyo Maru 8, sum lá við bryggju í Havn í gjár og skuldi til fiskiskap beinanvegin.
Hann var eisini ein av skipunum, sum var her í fjør.
Teir japansku bátarnir fiska allir av japanskari kvotu.
Sostatt byrjar tunfiskiskapurin undir Føroyum eitt sindur fyrr í ár, enn hann gjørdi í fjør, tá ið fiskað varð frá august til november.
Men meiningin við at byrja longu í juli í ár, er nettupp fyri at vita um tunfiskur fæst longri tíð á árinum enn í fjør. Tí vildu vit hava bátin higar so tíðliga sum gjørligt, sigur Johannes Jensen á Fiskasøluni.
Umframt tey trý tunfiska- loyvini til japansk skip, eru fimm tunfiskaloyvi latin til føroysk skip.
Uppbyggja tunfiskavinnu í Føroyum
Johannes Jensen sigur at endamálið við hesum er at royna at byggja upp eina føroyska tunfiskavinnu.
Men tunfiskavinnan er nakað heilt fyri seg og hon krevur stórar íløgur.
Tí hevur tað allarstørsta týdning at vit ikki leypa framav, men fara varliga til verka, sigur fiskasølumaðurin.
Hann sigur at skjótasti og tryggasti mátin hjá føroyingum at gera seg kunnugar við hesa sermerktu vinnu, er at krøkja seg upp í japanarar, sum eru teir fremstu í heiminum á hesum øki.
Tí hevur tað størsta áhuga fyri føroyingar at fáa japanarar higar at fiska tunfisk undir Føroyum.
Endamálið er sjálvandi at brúka japansku royndirnar undir Føroyum til at fáa kunnleika um, nær tunfiskurin er undir Føroyum, hvussu hann verður best fiskaður, hvar hann er at fáa, o.s.fr.
Endamálið hjá okkum er sjálvandi at fáa eygleiðarar og manning umborð á japansku skipini.
Men endamálið er ikki minst at fáa japanarar umborð á føroysk skip at leggja okkara sjómonnum lag á.
At skipa fyri tí kann t.d. Fiskasølan standa fyri.
Áhugin hjá Fiskasøluni er sjálvandi annars at bjóða seg fram at vera við í vinnuni frá fiskiskapinum til endaliga sølu.
Hesi árini, Fiskasølan hevur havt samskifti við japanarar um tunfisk, hevur hon fingið nógva vitan og góð sambond í Japan og kann tí bjóða seg fram at verða millumlið ímillum føroysk skip og japansk skip og japanskar keyparar o.s.fr. og annars í øllum viðurskiftum.
Sermerkt vinna
Tunfiskaveiðan er nakað heilt fyri seg og krevur nógva vitan.
M.a. er vertíðin stutt, hóast vit ikki rættiliga vita, hvussu stutt, hon er. Somuleiðis krevur fiskurin at verða hagreiddur upp á ein heilt ávísan máta og sjálvur fiskiskapurin er eisini heilt óvanligur fyri okkum
Hetta er fyri ein stóran part vitan, sum Fiskasølan hevur og kann úvega føroyingum, sum fara í holt við hesa vinnuna.
Eitt nú hevur Fiskasølan reiðskap liggjandi at fiska tunfisk við.
Ikki minst kann Fiskasølan vegleiða um fiskiskap og hagreiðing.
Nettupp hagreiðingin hevur avgerandi týdning, tí skal tann rætti prísurin fáast fyri fiskin, er treytin, at dygdin er fyrsta floks, sigur Johannes Jensen.
Tann tunfiskurin, sum er undir Føroyum, er tað dýrara slagið.
Og tað er at kalla bara japanarar, sum vilja betala tann heilt góðan prísin fyri hann.
Hvussu góður prísurin er, vil hann ikki siga so nógv um.
Men hann er omanfyri 100 krónur kilo.
Hann heldur, at hvør bátur kann fiska fyri einar 10-15 milliónir eftir royndunum í fjør at døma.