Í fagrastu líkindum varð Viðareiðis tunnilin seinnapartin tikin í nýtslu. Nógv fólk varð samankomið Hvannasunds megin, har fyrri parturin av hátíðarhaldinum var. Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, bjóðaði væl komið, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, røddi, áðrenn Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, við grindaknívi skar snórin og harvið læt tunnilin upp.
Klaksvíkar Hornorkestur setti dám á hábærsligu løtuna.
Ewald Kjølbro fegnaðist um, at tunnilin verður tikin í nýtslu nú og harvið næstan eitt ár frammanundan, at hann upprunaliga varð ætlaður at verða tikin í nýtslu.
Tunnilin er 1939 metrar langur, og tilkoyringarvegirnir eru tilsaman umleið 3700 metrar. Játtanin til verkætlanina er 162 milliónir krónur.
Løgmaður gav í stuttu røðu síni til kennar, at tað verður arbeitt fyri, at næstan hálvt hundrað ára gomlu tunlarnir norður um fjall – millum Klaksvík og Árnafjørð og Árnafjørð og Norðtoftir – skulu skiftast út við nýggjar tunlar fyrr, enn tað higartil hevur verið ásett í langtíðar íløguætlanini:
-Sum løgmaður og norðoyingur fegnist eg við tykkum um, at farleiðin til og av Viðareiði nú verður heilt trygg. At tit nú kunnu senda børn og ungdóm avstað við bussum og bilum og í hálku og stormi ekkaleys er eitt risa frambrot, segði løgmaður, og hann helt fram:
-Tað verður arbeitt við at dagføra langtíðar íløguætlanirnar. Ætlanin er framvegis, at tunnilin millum Trongisvág og Hvalba, sum er meiri enn hálvt hundrað ára gamal, skal verða tann næsti, sum verður gjørdur. Tá ið hann verður liðugur, er tað breið politisk semja at fara undir tunlarnar norður um Fjall. Vónandi vera teir klárir at taka í nýtslu um eini seks ár, so farleiðin av Viðareiði og til Klaksvíkar og á meginøkið verður trygg og góð. Vinnan norðanfyri kann ikki liva við samferðslu kervinum, sum nú er, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Í langtíðar íløguætlanini hevur verið roknað við, at pengar verða játtaðir til tunlar norður um Fjall í 2023 og 2024.
Á Viðareiði ótolnast tey og vóna, at gomlu tunlarnir verða veruleiki væl fyrri enn so:
-Vit rokna við vøkstri á Viðareiði, men vit rokna ikki við, at vøksturin verður veruleiki, fyrr enn nýggir tunlar eru gjørdir í staðin fyri gomlu tunlarnar, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði.
-Eg fari ikki at siga eina dagfesting, tí so verður tað fokuserað á tað, sum landsstýrismaðurin hevur sagt. Men vit arbeiða við møguleikanum at framskunda fyrst tunnilin til Hvalbiar og so teir norður um Fjall, segði Henrik Old, landsstýrismaður í samrøðu í R7 tíðliga seinnapartin.
Bilafylgi, ellisakfør, Rynkeby súkklarar og rennarar úr rennifelagnum Treysti fóru ígjøgnum tunnilin saman við teimum, ið ynsktu at ganga teinin. Í fremsta bilinum vóru Fía Sørensen og Jógvan Thomasen, sum eru millum elstu borgarar í ávikavíst Hvannasundi og á Viðareiði. Saman við teimum vóru í fremsta bilinum Aksel V. Johannesen, løgmaður, Henrik Olsen, landsstýrismaður í samferðslumálum og Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sum sat við róðrið.
Á Viðareiði varð í góðveðrinum hildið fram við hátíðarhaldinum á hotellinum, har almenningurin varð bjóðaður til kaffi, te, kransakøku og tunnilskøku.
Har røddu Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommun og Jón Sigurdsson, stjóri, fyri arbeiðstakaran Samtakið Articon/LNS.