Tunnil Øravík-Hov og samferðsluhavnin

? og amanvevjing landsstýrismansins í vinnumálum av hesum málum

Politisk telving tá ið hon er beroknandi og ísakøld við tí fyri eyga at fløkja alt upp í ein ellibita og so sita eftir við einum úrsliti, har ein sleppur frá at seta nakran pening av til eitt ávíst øki - tað er tað, sum Bjarni Djurholm og hansara menn ætla at gera, nú hestarnir eru farnir at bítast, tí krubban er um at verða tóm!!!!!
Lyftini til ung sum eldri, lógarfestar ætlanir og framtíðar løgu ætlanir, sum skulu haldast, vísa seg nú at verða sera truplar at fáa at ganga upp í eina størri eind, tí tær milliardaupphæddirnar, sum tosað hevur verið um, at andstøðan kundi mala rundanum og nýta sjónina av men sum vit ikki skuldi fáa loyvi til at forkoma nýtist ikki okkara hjálp til - tað hevur samgongan so sanniliga sjálv klárað!!!
Teir seinastu dagarnir hevur verið nógv tosað um eitt mál, sum undirritaði saman við Hendrik Old hava reist í tinginum viðv. útbyggingini av Vágs Havn, sum var samtykt við eini stuðulslóg á Føroya Løgtingi tann 26. mars 2002 - altso árðrenn valið 2002 við 28 stemmum fyri 3 blonkum og ein sum ikki avgreiddi atkvøðu, tí viðkomandi var burturstaddur.
Málið er politiskt avgreitt sum sæst við stórum meiriluta, men orsakað av nøkrum »tekniskum justeringum« sum neyðugt er at gera, vil eg hervið greiða eitt sindur frá málinum, so vanlig fólk sum kanska ikki kenna so væl til málið fáa eitt sindur betri fatan av tí.

Gongdin er henda:
Uppskot til løgtingslóg um stuðul í mesta lagið 18,5 mió kr.til at útbyggja havnina í Vági bleiv samtykt við løgtingslov nr. 45 frá 26 marts 2002.
Tað vóru 28 atkvøður fyri og 3 blankar atkvøður - Kári P. Højgaard, Katrin Dahl Jacobsen og Anita á Fríðriksmørk atkvøddu blankt - ein atkvøddi ikki.
Eina partur av viðmerkingunum í samband við lógaruppskotið og málsviðgerðina vóru m.a. at tryggja, at málið skuldi fáa eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin at fremja verkætlanina bleiv tikin og eins og fyri at geva løgtinginum innlit í málið.
Í ørðum føri er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, sum ofta fevna um fleiri fíggj-arár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið.
Sambart játtanarskipanini er neyðugt við serstakari lóg um byggingina, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur fyri komandi figgjarárum eisini.
Hendan lógin (stuðulslógin) er samtykt av allari samgonguni sum sat seinasta valskeið við undantaki av tveimum limum, ið atkvøddu blankt.
Víðari í somu viðmerkingum til stuðulslógina verður eisini sagt:
Ætlanin er at gera bindandi avtalu við Vágs Kommunu um felags verkætlanina, og er tað ein fortreyt fyri at binda landið fíggjarliga í fleiri ár , í eini slíkari avtalu, at ein verklagslóg er samtykt!!!!
Í løgtingslóg nr. 82 frá 15 mai 2001 um fólka og farmaflutning er ásett at siglast skal á Vág og tað liggur tí á landsstýrismanninum at skipa soleiðis fyri at havnarviðurskiftni í Vági er nøktandi - eisini hjá nýggja suðriarskipinum.
Hetta er ikki eitt mál sum einans hevur ligið sum áhugamál fyri Vágs komm-unu at fáa loyst úr lagdi, men so sanniliga eisini hjá Landsstýrinum, tí sambært skrivið frá 8. august 2001 fekk kommunan svar frá vinnumálastýrinum, har skotið var upp at komm-unan, vinnumálastýrið / landsverkfrøðingurin sam-starvað um eina felags verkætlan,- og á fundi millum landsverkfrøðingin og Vágs Býráð tann 13 sept. 2001 var síðan avtalað at landsverkfrøðingurin skuldi gera eitt tilmæli um hvussu samferðslu-viðurskiftini kunnu verða loyst á frægasta hátt.
Í Dec. 2001 fekk vinnumálastýrið eina frágreiðing við niðurstøðu frá lands-verkfrøðinginum um havnaviðurksiftini í Vági.
Á landstýrisfundi fyrst í Februar 2002 fekk landsstýrismaðurin undirtøku fyri at søkja um játtan til at fremja tað loysn, - har atløguplássið hjá nýggja Suðriarskipinum verður gjørt sum ein partur av einari heildarloysn í samstarvið við Vágs Kommunu, tó at kostnaðurin í mesta lagi skuldi verða helvtin av øllum kostnaðinum, og ikki meira ein 18,5 mio kr.
Hetta er tað sum er samtykt tann 15. marts 2002 og bleiv til lóg nr. 45 frá 26. marts 2002.
Tað skal viðmerkjast, at upprunaliga ætlanin hjá Vágs kommunu var at byggja eina Djúphavn, men vinnumálastyrið metti tað skilabetri at fremja eina felags verkætlan, har samferðsluhavnin eisini var ein partur av ætlanini, og at landið skuldi standa fyri verkætlanini, til hon var liðug, tvs. projektering, útbjóðing og bygging.
Hvat er síðani hendt í málinum?
Tað hevur alla tíðina síðan stuðulslogin bleiv samtykt og seinni í viðmerkingunum í henni verið gjørt vart við frá umsitingini á løgtingsskrivstovuni , at ein verklagslóg var neyðug fyri at Landstýrið sum byggiharri kundi takað ábyrgdina av verkætlanini herundir fíggjarliga váðanum í byggitíðini , so skuldi ein verklagslóg gerast, sum skuldi avloysað løgtingslóg nr. 45 frá 2002,- sum er stuðulslógin.
Og tað er just tað sum hetta uppskotið snýr seg um.
Ein av viðmerkingunum frá umsitiningi er tann um hvør ber váðan við einum evt. meirkostaðnaði um hesin skuldi uppstaði í byggitíðini av einari ella arðari orsøk, - her meti eg, at alneyðugt er við so grundigum forarbeiði at slíkt ikki kemur fyri, og um neyðugt, at gera eina fastprís avtalu, sum álagt verður landstýrismanninum at syrgja fyri verður yvirhildin.
Nevnast skal eisini her at undirritaði hevur fingið ein yvirslagsprís uppá ætlanina sum ,sigur at kostnaðurin verður 30-32 mio. og ikki 37,5 sum vænta og kann hetta eisini verða gjørt sum ein fastprísavtala.
Tað sum eisini verður verður biði um at fáa gjørt í samband við verklagslógina, er at fáa flutt stuðulsjáttanina uppá krónur 500 túsund, yvir til at verða ein verklagsjáttan til projektering.
Hetta er ikki nakar eykakostnaður, men ein flyting frá eini játtanarkonto til arða.
Fyri at fáa greiðar linjur og ábyrgdarfordeiling í byggitíðini, so er handan verklagslóg neyðug, og vóna vit at tikið verður undir við henni, - tí hon førir ongan meirkostnað við sær í mun til upprunaligu stuðulsjáttanina, hetta er einans ein spurningur um ábyrgdina av ætlanini frá byrjan til arbeiði er liðugt.
Hetta skuldi veri gjørt við upprunaligu lógini, men málið bleiv sum øllum kunnugt skunda ígjøgnum uttan at verða endaliga viðgjørt í vinnunevndini og endaði í marts aftur í løgtinginum til endaliga avgreiðslu.
Tað at Bjarni Djurholm nú byrjar at trúða okkum við at um havnin í Vági skal gerast, ja so verður ongin tunnil kunnu vit ikki takað fyri fult,- tí tunnilin er sum øllum kunnugt við í langtíðar løgu ætlan landsstýrisins og skal byrja seinast 2004 og hesum vilja vit halda Bjarna Djurholm fastan við at halda seg til.
Hinvegin, - at úttalað seg so dundrandi óseriøst sum tað bleiv gjørt í sjónvarpinum av vinnumálaráðharranum fyri vikum síðani viðv. hesum málið haldi eg er langt úti, - havandi í hugað at tunnilin Hov - Øravík nokk kostar 80-90 mio kr. og tað sum skal gjaldast av landium til Vágs Havn er ivaleyst maksimum 14-16 milliónir, so havandi hetta í hugað, er spurningur um tunnilin byrjar hálvt ár fyrr ella seinni.
Bjarni Djurholm lovaði frá Tingsins røðarapallið í næstseinastu viku, at útgerðin skuldi flyast frá Gásadals tunnlinum og til suðriar tá liðugt var at borað ígjøgnum til Gásadals.
Nú løgtingslimir hava verið á vitjan í suðri hava teir eisini sæð hvat er gott í suðri og hvat krevur stórar ábøtur og vóni eg at viljin eisini er til staðar at fremja ábøturnar tá hartil kemur.