Sandur: Hetta ljóðar kanska av nógvum, men tá ein hugsar um, at fyri sjey árum síðani vóru tey 600, so sæst at henda minkingin er rættiliga stór: Í tølum 69 fólk. Í prosentum 11,3 - og sum aftur svarar til eini tvey prosent um árið.
- Hetta kemur tíverri ikki óvart á okkum. Vit hava tosað um henda trupulleikan í nógv ár, men ringt er at finna eina loysn, soleiðis at gongdin kann venda, staðfestir Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi yvirfyri Sosialinum.
Avtofting
Heima á Sandi hava tey eina rúgvu av sjálvsøgdum tilboðum til eina nútíðar kommunu.
Her er millum annað nýggjur barnaskúli, gott ansingartilboð, ein dagstovnur sum skal byggjast út, trivnaðartiltøk og mangt annað.
Men tað er kortini ein sannroynd, at fólkatalið minkar, helst tí at bygdin liggur ov nær uppá Havnina, men kortini ov langt til at fáa gagn og nyttu av hesum.
- Vinnulívið hevur tað ikki gott, og er høvuðsorsøkin til tað, at tað er so dýrt at ferðast fyri at kunna flyta vørurnar tvørtur um Skopunarfjørð, sigur borgarstjórin.
Hann sær sera álvarsamt uppá støðuna, tí við hesi gongd er vandi fyri at oyggin avtoftast.
- Vit hava meylað um tað bæði ofta og týtt, men tað er ein sannroynd, at øll oyggin ynskir at fáa Sandoyartunnilin.
- Ikki fyrrenn hesin tunnil kemur, kann vend koma í, slær hann fast.
VANDAKÓS
- Eg harmist um støðuna, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri, nú fólkatalið á Sandi er í minking
(savnsmynd)