Tunnilsmálið einaferð enn

Aftursvar til landsstýriskvinnuna í samferðslumálum

Fyrst vil eg takka landsstýriskvinnuni fyri sítt svarskriv til mítt lesarabræv.

 

Uttan at leggja meg út í hennara politisku sjónarmið, vil eg leggja dent á, at eg havi stóra virðing fyri hennara grundleggjandi stevnumiði um ein búskaparliga forsvarligan leist í tunnilsmálinum, har landið ikki tekur á seg størri váða enn neyðugt og varðveitir sítt kredittvirði, og at samfelagið skal kunna byggjast út á øðrum neyðugum økjum enn á samferðsluøkinum.

 

Í sínum svari til mítt lesarabræv svarar hon so nøkulunda nøkrum av mínum viðmerkingum og spurningum, men fleiri standa enn ósvaraðir.

 

Verkætlanin

P/F Skálafjarðartunnilin er ikki eitt tilvildarligt privat partafelag, men eitt felag, sum kommunurnar við Skálafjørðin hava ein stóran leiklut í. Eisini stendur tað Tórshavnar kommunu í boði at koma upp í felagið.

 

Hetta hevur fyri meg at síggja alstóran týdning, tí tað skal tryggja, at verkætlanin verður gjørd í sátt og semju á ein hátt, sum ikki skapar trupulleikar og ónøgd kring fjørðin og tunnilin sum heild.

 

Her hjálpir tað ikki bara at geva Skálafjarðartunlinum eitt annað navn, taka hann úr hondunum á kommununum og látast sum um, at hann ikki hevur størri týdning fyri Skálafjørðin enn fyri aðrar partar av landinum. Hann fær sjálvandi týdning fyri alla Eysturoynna og nógv meira enn tað, men hann verður lagdur tvørtur um Skálafjørðin og millum Skálafjørðin og Sund-Havnina, og tað eru hesi øki, ið verða ávirkaði av tunlinum fram um øll onnur øki í landinum.

 

Er landsstýriskvinnan samd í hesum sjónarmiði, og hvussu vil hon í eini møguligari almennari verkætlan tryggja, at kommunurnar fáa ta neyðugu ávirkanina?

 

Váðin

Eftir føroyskum mátistokki eru Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin tvær veldiga stórar verkætlanir, og sjálvandi er fíggjarligi váðin samsvarandi stórur.

 

Fyri at nevna bara eitt dømi um hetta, so verður mett í frágreiðingini “Samferðsluætlan 2008-2020”, sum er undirskrivað av táverandi landsstýrismanni í mars 2006, at tann bíligasta loysnin við Sandoyartunlinum kostar 661 mió. kr. umframt avleiddar íløgur.

 

Í sínum lesarabrævi (í mai 2008, altso meira enn 2 ár seinni) sigur landsstýriskvinnan, at í hennara roknistykki eru byggiútreiðslurnar fyri hesa somu verkætlan settar til 690 mió. kr.

 

Kann tað vera rætt, at kostnaðurin einans er hækkaður við góðum 4 % seinastu meira enn 2 árini, meðan oljuprísirnir eru hækkaðir við meira enn 100 % hetta sama tíðarskeið? (her kann leggjast afturat, at ein tílík verkætlan er rættiliga orku-/oljukrevjandi).

 

Hetta verður ikki nevnt fyri at mótarbeiða Sandoyartunlinum, men einans fyri at vísa dømi um tann fíggjarliga váðan. Viðurskiftini eru tey somu fyri Skálafjarðartunnilin, so tann samlaði váðin bara í tilknýti til hetta dømi snýr seg ikki um smápengar.

 

Um tær ætlaðu tilknýttu verkætlanirnar til Skálafjarðartunnilin (sum nokk eisini kunnu diskuterast) verða lagdar afturat, kann eitt alment felag eftir míni meting lættliga standa og skylda nærri tvær enn eina milliard krónur eftir tey fyrstu 10 árini, um tilmælið hjá landsstýriskvinnuni verður fylgt.

 

Eg havi ilt við at ímynda mær, at tað onga ávirkan fer at hava á kredittvirði landsins, um landið um 10 ár stendur og skyldar eina tílíka milliardaupphædd heldur enn at vera skuldarfrítt.

 

Landsstýriskvinnan vísir á, at um verkætlanirnar gerast dýrari enn mett, eru tað bert tveir partar, sum kunnu gjalda meirkostnaðin: brúkarin og landið (sum er skattgjaldarin).

 

Hvør er “brúkarin” í hesum føri, tá Sandoyartunnilin ikki klárar at geva nakað íkast til rentur og avdráttir? Er tað ikki brúkarin av Skálafjarðartunlinum?

 

Er tað ikki so, at í hesum føri leggur landið allan váða av báðum verkætlanum á herðarnar á brúkaranum av Skálafjarðartunlinum, meðan hesin sami brúkari í eini privatari verkætlan einans átekur sær váðan av sínum egna tunli?

 

Hví skal mannamunur gerast á okkum, sum tilvildarliga hava tørv á einum tunnilssambandi millum Skálafjørðin og høvuðstaðin (og fegin vilja gjalda henda tunnil sjálvi), og øðrum borgarum í landinum?

 

Ella um landið (skattgjaldarin) skal gjalda ein meirkostnað: fer tá ikki grundstøðið undan tí ógvuliga optimistiska roknistykkinum um, at landið “einans” skal gjalda 50 mió. kr. um árið í 10 ár?

 

Fyri meg vísir hetta júst á ein høvuðsmun millum eina privata verkætlan og eina almenna, tí tað privata felagið má tekna ein ávísan partapening fyri júst at kunna standa ímóti tílíkum váðum og taka nosini, tá tey koma.

 

At tað verður tikið nakað fyri henda váða í formi av einum ávísum avkasti av eginpeninginum, er ein natúrligur partur av spælinum. Annars fæst eingin at spæla við.

 

Men tú veitst ikki, hvussu nógv, felagið tekur fyri henda váða, fyrr enn tú hevur samráðst við tað, tí tað hongur saman við øllum øðrum viðurskiftum við verkætlanini.

 

Postulatið um munin á einari privatari og almennari verkætlan

Í mínum seinasta lesarabrævi fregnaðist eg eftir, hvaðani landsstýriskvinnan hevði tølini frá, sum liggja til grund fyri postulatinum um ein veldugan mun á kostnaðinum, um Skálafjarðartunnilin verður bygdur alment ella privat.

 

Til tað sigur landsstýriskvinnan seg ikki at hava nevnt nakað um prísin á einum privatum Skálafjarðartunli, tí hon av góðum grundum ikki kennir lánsrentuna, um tunnilin verður gjørdur privat.

 

Samstundis heldur hon í sínum svarskrivi upp á, at um Skálafjarðartunnilin verður lagdur í eitt alment felag saman við Sandoyartunlinum heldur enn at verða gjørdur privat, ber til at byggja báðar tunlarnar við avleiddum verkætlanum. Alt hetta sigur hon lættliga kann fíggjast við nýtslugjaldi saman við 500 mió. kr. úr landskassanum (50 mió. kr. um árið tey fyrstu 10 árini).

 

Tá nýtslugjaldið í Sandoyartunlinum neyvan kann rinda fyri raksturin av hesum tunli, má nýtslugjaldið, sum skal rinda fyri rentur og avdráttir av øllum íløgunum (minus tær 500 mió. kr. úr landskassanum), koma frá brúkarunum av Skálafjarðartunlinum.

 

Um eg ikki havi misskilt okkurt grundleggjandi her, er tað altso prísmunurin í kostnaðinum fyri Skálafjarðartunnilin, um hann verður bygdur og rikin alment heldur enn privat, sum – um nýtslugjaldið verður tað sama – skapar eitt avlop, sum kann brúkast til at gjalda fyri nevndu íløgur, sambært roknistykkinum hjá landsstýriskvinnuni.

 

Royna vit at seta tøl á kostnaðin fyri hesar íløgur, fáa vit hesi tøl (sambært upplýsingum frá landsstýriskvinnuni og Vinnumálaráðnum, og áðrenn lagt er upp fyri nøkrum serligum prísvøkstri í seinastuni):

Sandoyartunnilin = 690 mió.

Avleiddar verkætlanir, Sandoyartunnilin (tøl frá áður nevndu Samferðsluætlan) = 165 mió.

Avleiddar verkætlanir, Skálafjarðartunnilin = 200 mió.

Goldið av landinum = -500 mió.

Samanlagt = 555 mió. kr. (sum óivað kann gerast einar 600-700 mió. kr., um hædd verður tikin fyri prísvøkstrinum tey seinastu árini).

 

Sum skilst, skulu allar hesar íløgur fíggjast av prísmuninum, um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur alment heldur enn privat. Í mínum hugaheimi er hetta ein veldugur prísmunur.

 

Men hvussu vita vit, um roknistykkið hjá landsstýriskvinnuni er rætt?

 

Nevndi prísmunur kann sum áður nevnt hava tvær høvuðsgrundir: 1) At ein privatur tunnil krevur ein ávísan eginpening, sum skal hava eitt avkast, meðan tann samsvarandi upphæddin í einum almennum tunli kann fíggjast bíligari, og 2) At lánsrentan fyri restina av kostnaðinum má roknast við at vera heldur dýrari í einum privatum enn í einum almennum tunli.

 

Grundin til, at eg í mínum seinasta lesarabrævi kallaði tann velduga prísmunin eitt postulat var, at hvørki landsstýriskvinnan ella nakar annar kann kenna støddina á avkastinum á eginpeninginum á einum privatum Skálafjarðartunli, tí tað má avtalast gjøgnum samráðingar við p/f Skálafjarðartunnilin. Higartil hava nærum ongar tílíkar samráðingar verið, nú meira enn eitt ár síðan løgtingssamtyktina. Tí ber heldur ikki til at siga nakað kvalifiserað um, hvussu stórur munur kann vera á kostnaðinum fyri henda partin av fíggingini fyri tunnilin, um hann verður privatur ella almennur.

 

Nú upplýsir landsstýriskvinnan eisini, at hon ikki kennir nakað til munin á lánskostnaðinum, tí hon av góðum grundum ikki kennir rentuna, sum p/f Skálafjarðartunnilin skal gjalda lánsveitarunum.

 

Tá hvørgin av hesum grundleggjandi fortreytum fyri einum tílíkum roknistykki eru kendar, kann roknistykkið ikki gerast annað enn reint hypotetiskt – og úrslitið verður sjálvandi hareftir.

 

Hvør er hesin sakkunnleiki, sum burtur úr ongum sakligum grundarlagi kann siga landsstýriskvinnuni og Føroya fólki, júst hvat landið kann spara og fáa ráð til av alskyns íløgum, um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur alment heldur enn privat?

 

Ein møgulig loysn?

Higartil hevur tað kostað okkum brúkarum og landinum rættiliga stórar upphæddir (umleið 10 mió. kr. um mánaðin), at landsmyndugleikarnir hava drigið og framvegis draga hetta mál út, og enn er slett eingin trygd fyri, at sitandi samgonga finnur nakra loysn á málinum.

 

Eg kundi tí skotið upp, at tit sum skjótast royna at fáa eina avtalu við p/f Skálafjarðartunnilin um at fara undir at byggja tunnilin, men at tit seta eina treyt í loyvið um, at landið til eina og hvørja tíð kann yvirtaka verkætlanina ímóti at halda felagið skaðaleyst.

 

Á tann hátt kundu tit loyst Skálafjarðartunnilin úr tí hafti, hann nú er bundin í. Og so kunnu tit, tá og um tit einaferð verða samd um hetta, skipa hann, sum tit finna best.

 

Í mínum eygum er verandi støða óvirðilig bæði fyri tykkum, sum ráða fyri borgum, og mótvegis okkum brúkarum, sum framvegis verða hildnir gíslar í tunnilsmálinum.