Í gjár var fundur millum Landsverk, Samferðslumálaráðið og Hvalbiar kommunu um ætlaða Hvalbiartunnilin.
Ewald Kjølbro, stjóri hjá Landsverk, sigur eftir fundin, at nú fer Landsverk undir at kanna, um tað er gjørligt og fíggjarliga møguligt, at flyta ætlaða tunnilsmunnan nærri Tvøroyri, enn upprunaliga uppskotið hjá Landsverk leggur upp til.
- Á fundinum gjørdist greitt, at hvalbingar ynskja broyting, og tað vilja vit fegin kanna, áðrenn vit fara í gongd við boringina. Hvalbingar ynsktu upprunaliga, at munnurin hvalbiarmegin eisini skuldi flytast, men vit hava greitt teimum frá, at hetta fer ikki at bera til, sigur Ewald Kjølbro, og vísir á, at tunnilin verður bæði longri og dýrari, umframt at vegagerðin verður væl dýrari, um ynski hjá hvalbinum skal eftirlíkast.
Tvøroyrarmegin er talan um at flyta tunnilsmunnan eini 600, 700 metrar eystureftir.
- Talan er um ein hæddarmun á eini 40 metrar, men okkara uppskot tekur longu hædd fyri, hvar kavi legst har suðuri, so tað skuldi ikk i havt nakra ávirkan. Vit eru kortini sinnaðir at ganga hvalbingum á møti og fara tí undir jarðfrøðiligar kanningar fyri at finna út av, um hetta letur seg gera yvirhøvur, sigur Ewald Kjølbro.
Landverk fer nú undir at bjóða arbeiðið út og at prosjektera tunnilin.
- Vit hava eina játtan á 5 milliónir í ár og vóna, at prosjekteringin av tunlinum verður liðug í ár. Linjuføringin er nakað av tí fyrsta sum má leggjast fast, men fyrst mugu tó jarðfrøðiligu kanningarnar gerast, fyri at vit kunnu meta um, hvat er gjørligt og hvat loysir seg fíggjarliga, sigur Ewald Kjølbro.