Turkaland hevur givið út handtøkuboð til ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og fleiri av hansara ráðharrum, sum eru skuldsettir fyri fólkadráp og "systematisk" brotsverk móti menniskjanum.
Tað stendur sambært eini fráboðan frá ákæruvaldinum í Istanbul fríggjadagin.
Verjumálaráðharrin, Israel Katz, trygdarráðharrin, Itamar Ben-Gvir, og ísraelski herleiðarin, Eyal Zamir, eru eisini millum teir 37 ísraelar, sum eru fevndir av handtøkuboðnum.
Ákæruvaldið í Istanbul hevur ikki almannakunngjørt ein fullfíggjaðan lista við nøvnunum á teimum eftirlýstu.
Millum brotsverkini, sum einstaklingarnir eru ákærdir fyri at hava ábyrgdina av, er bumbuálopið á eitt turkiskt bygt sjúkrahús í Gazageiranum í mars.
Altjóða revsirætturin, ICC, hevur longu útskrivað handtøkuboð móti Netanyahu. Sama er galdandi fyri fyrrverandi verjumálaráðharran, Yoav Gallant.
Teir eru undir illgruna fyri krígsbrotsverk við at brúka hungursneyð sum vápn í krígnum í Gaza, umframt brotsverk móti mannaættini í formi av morði, forfylging og "øðrum ómenniskjaligum gerðum", stendur í handtøkuboðunum.
Turkaland hevur eisini meldað seg til eina klagu, sum Suðurafrika hevur lagt fram móti Ísrael í einum øðrum rætti, altjóða rættinum (ICJ).
Tann kæran varð latin inn í desember 2023, góðar tveir mánaðir eftir at palestinska Hamas-rørslan leyp á Ísrael og drap yvir 1.200 fólk.
Tað elvdi til eitt umfatandi ísraelskt svar, sum higartil hevur kostað hjá yvir 68.000 fólkum í Gazageiranum lívið.
Ritzau/AFP











