“Her er ein rúgva av menningartarnaðum fólkið savnað saman, tað sær vitterliga undarligt út. Eg meini tað seriøst”
Hetta vóru orðini hjá einum verti hjá Kringvarpinum í gjár tann 5. novembur.
Hetta bleiv sagt skemtandi í eini handarvending uttan stórvegis tankar ella reflektión. Og tí kann hugsast, at meiningin ikki var so ring.
Hóast hetta, tá ið eg hoyrdi hesi orð, mundi eg dottið afturav. Setningurin er so grovur, at tað hóvar mær illa at endurgeva orðini; og eg vil beinanvegin taka frástøðu frá orðunum.
Prátið var um nakað heilt annað, tað, ið verður nevnt ‘silent-disco’, ið er ein formur av diskotek-virksemi, har øll fólk hava hvør sínar oyrabúffar á høvdinum, meðan dansað verður. Sjálvsagt sær tað skemtiligt út, tí ‘uttanifrá’ tykist tað, sum tónleikurin manglar.
Tað, sum er merkverdigt, er, at mann í skemti útsetir ein heilan samfelagsbólk!
1. Orðingin “Her er ein rúgva av menningartarnaðum fólki savnað saman, tað sær vitterliga undarligt út” ger beinleiðis gjøldur burtur úr fólkum við menningartarni og ger tey til nakað, mann kann flenna at. Orðingin sigur beinleiðis, at tey eru okkurt “minni” enn vit onnur, at tey per automatikk síggja býtt út.
2. Útsøgnin er eitt slag av førismismuni (ableism).
Førismismunur er tá mann gongur út frá, at tann “rætti” mátin at liva er at vera til uttan menningartarn; at tað er skeivt at hava eitthvørt. Annars hevði man ikki flent at tí.
Útsøgnin, hóast hon er søgd í spølni, er ikki hóskandi og als ikki skemtilig; hon er niðrandi.
KVF, sum er tann almenni tíðindastovnurin, vit øll gjalda fyri, eigur ikki lata slíkt fara framvið ósvarað.
Skulu Føroyar rúma okkum øllum, eisini teimum við skerdum førleikum, mugu vit fara burtur frá tílíkum útsøgnum sum hesari.
Hilmar E. Gudmundsen











