Turkurin hjá Toda liðugur

Eftir at hann hevði skorað tvey mál í Esbjerg hildu donsku fjølmiðlarnir, at Todi Jónsson hevði verið besti maður á vøllinum

Tað eru málini, sum telja hjá einum álopsspælara. Tað hevur Todi Jónsson aftur og aftur sagt. Sunnudagin fekk hann enn eina ferð staðfest, at sum álopsmaður í FCK er tað á málvektini, at hann verður vigaður.
Eitt korter undan dystarenda varð Todi skiftur út. Peter Møller kom inn í staðin. Venjarin vildi, sum hann hevur gjørt fleiri av undanfarnu ferðunum, spara dýru lørini hjá Toda, sum í sjey mánaðir vóru í so mikið vánaligum standi, at hann noyddist at sita uttanfyri alla tíðina.
Um Todi ikki hevði havt skorað í Esbjerg, so hevði skoðsmálið í donsku fjølmiðlunum eftir útskiftingina verið vánaligt. Nú skoraði Todi Jónsson tvær ferðir í Esbjerg, og so var eingin endi á góðu ummælunum. Hann fekk besta skoðsmálið av øllum og var sjálvskrivaður á vikuliðnum.
Tað kann ikki sigast annað, enn at teir í FCK hava verið boysnir við Esbjerg. Í vár vunnu teir 6?0 í Parkini ímóti teimum, og í síðstu viku syrgdu teir fyri, at Esbjerg ikki rakk steypafinaluni. 3?1 sigurin í Esbjerg var tann fyrsti hjá FCK har vesturi, síðani superligan fyri tíggju árum síðani sá dagsins ljós.

Lótu seg ikki kroysta
Hjá FCK er tað einki sum eitur. Eftir at Brøndby aftur er farið at vinna, er tað neyðugt hjá FCK at vinna hvørja ferð. Tá teir seint seinnapartin sunnudagin fóru á regntunga vøllin í Esbjerg, vistu teir í FCK, at Brøndby fyrr um dagin hevði vunnið sannførandi á AB.
Men FCK menninir lótu seg ikki kroysta. Eitt korter var farið, tá Zuma gjørdi nyttu av vánaligum verjuspæli, og tríggjar minuttir seinni stútaði Todi Jónsson til 2?0, eftir at Carsten Fredgaard hevði lagt innfyri úr vinstru. Tríggjar minuttir eftir steðgin staðfesti Todi sigurin eftir snarálop. So hevði tað bara kosmetiskan týdning, at Esbjerg í 72. minutti minkaði um munin til endaliga úrslitið. 3?1 til FCK.
Tað regnaði illa, og donsku fjølmiðlarnir spældu uppá, at hetta vóru akkurát líkindi hjá einum føroyskum spælara at gera um seg:
? Eg havi mangan spælt fótbólt í verri líkindum enn hesum, helt Todi Jónsson fyri.
Hann var sjálvandi fegin um at hava skorað tvey mál, men hann hevði bæði beinini á jørðini. Hann veit væl, at hann verður vigaður á vektini, har mátistokkurin eru málini, sum hann skorar. Hesa ferð skoraði hann tvey, og tað gleddist hann um. Men so er tað næsti dysturin. Hann verður longu í annaðkvøld, tá FCK fær vitjan í Parkini av Vejle. Tað er teoretiskur møguleiki fyri uppgerð millum tveir føroyingar ? um Christian Høgni Jacobsen verður á Vejle liðnum. At Todi Jónsson verður í FCK álopinum er einki at ivast í.