Turt tvøst og whisky-tað er heilt vælsignað

Vit hava bara siglt í 37 tímar og so koma vit til eitt púra fremmant land. Tað er herligt, siga tveir skotskir bygdarmenn, sum hava verið í Føroyum í eina viku

? Tað er undarligt at hugsa sær: Vit skulu bara sigla í 36 tímar, so koma til til eitt púra fremmant land.

Teir báðir skotarnir, sum brúktu seinastu viku uppá at rundsigla Føroyar, eru nokk so bilsnir av tí, teir hava upplivað.

Tað eru 10 ár síðani at Donald Mackenzie ognaði sær tann 34 føtur langa seglbátin Flying Cloud, men hetta er fyrstu ferð, hann er uttanlands við honum.

Við sær á hesa ?váðaferðina? hevur hann fingið vinmannin og útróðrarmannin Graham Mcfeat.

Annars plaga teir bara at sigla ímillum tey ymsu plássini í útnyrðingsskotlandi. Men í ár skuldi tað vera, at ter skuldi royna okkurt nýtt.

? Tað skerst ikki burtur, at fólk vóru ovfarin, tá ið vit søgdu, at vit ætlaðu okkum til Føroyar. Nógv hildu, at tað var váðaverk, tí tað var so langt burtur.

? Men so merkiligt kann tað vera: Føroyar tykjast so fjarskotnar. Men tað tók bara góðar 36 tímar at koma higar við segli. 36 tímar, so ert tú í einum heilt fremmandum landi. Tað er herligt, siga teir báðir.

Teir fóru úr heimbygdini í skotsku oynni Seil og sigldu fyrst til Stornoway. Seinasta sunnukvøld settu teir so kós ímóti Føroym og komu til Vágs týsmorgunin. Síðani hava teir vitjað á Tvøroyri, í Sandvík, ymsastaðni í Sandoynni og so ætlaðu teir sær heilt norður til Fugloyar og Svínoynna, umvgis Havnina, áðrenn teir settu kósina heimeftir aftur.

? Hetta er ein nógv betri máti at ferðast uppá enn at fara við einum ferðalagið, har alt er lægt til rættis frammanundan, tí uppá hendan mátan kemur tú at kenna landið, sum tú ferðast í, sum tað veruliga er.

Og tú kemur nógv lættari í samband við vanliga fólki.

Tað gjørdi tað helst ikki verri, at teir báðir vóru rættiliga væl fyrireikaðir. Teir vóru betri kunnaðir um føroysk viðurskifti og føroyska søgu enn miðal ferðamaðurin er.

At teir vóru rættir skotskir bygdarmenn, gjørdi heldur ikki støðuna verri, tí tað gjørdi uttan iva sítt til, at teir komu skjótt á bylgjulongd við føroyskar bygdarmenn.

Ikki minst børnini, sum flokkaðust rundanum teir. Og tey fingu eisini løn fyri áhuga, tí skotarnir býttu gávumildir bæði sjokolátu, kips og sodavatn ímillum børnini.

Og í práti við teir báðar fryntligu skotarnar gjørdust skjótt greitt, at lívið í Føroyum nú á døgum líktust rættiliga nógv lívinum á bygd í Skotlandi fyrr í tíðini.

Og táið teir vóru inni í teimum gomlu húsunum í Sandvík, sum eru friðað og verða brúkt til savn, kendu teir báðir teir allar flestu lutirnar aftur, og vistu, hvat teir vóru brúktir til.

?Tit hava varðveitt nógv av tí, sum vit hava mist, søgdu teir. Eitt nú greiða teir frá, at fyrr í tíðini var tað vanligt at hava hjall í Skotlandi, og tí hildu teir tað verða stuttligt at í Føroyum stóðu hjallar næstan á hvørjum horni.

Tað var í bestu lundatíð, at teir komu higar og teir greiða frá, at fyrr í tíðini var tað eisini vanligt hjá teimum at eta lunda.

Og so er tað grindin.

Føroyingar hava ikki einkarrætt uppá at drepa grind. Tað eru ikki hálvtannað hundrað ár síðani, at seinasta grindin varð dripin, har teir búðu og tað eru ikki hundrað ár síðani, at seinasta grindin legði beinini í Hetlandi, siga teir.


Ikki rættsiktaður

Nú teir sjálvir umrøða evnið, slepst ikki undan at spyrja, hvat teir halda um gindadráp í Føroyum.

Tað halda teir, er púra natúrligt.

Bæði Donald og Graham semjast skjótt um, at Paul Watson er ikki rættsiktaður og tað einasta, hann er úti eftir, er at seta ljóskastaran á seg sjálvan.

Teir halda, at tað hevur týdning, at fólk liva av natúruni.

?Tey, sum ikki gera tað, missa sambandið við natúruna.

Eitt nú halda teir, at tað er ein vansi, at nógv stórbýarbørn ikki hava ánilsi av, at mjólkin tey drekka, er undan kúm.

? Fólk eru eisini ímóti øllum møguligum. Og hvør sigur, at lívið á einum hvali er meiri vert enn lívið á einum svíni? spyrja teir.

?Annars er tað vanligt í stórídnaðinum at fóðra neyt við deyðum neytum. Tað haldi eg er nógv meiri í stríð við natúruna. og hvat hava vit fingið burturúr: Neytaøði og Jacob-Kreutzfeldt, sigur Graham. Donald tekur fult undir.

Tað, teir sipa til, er, at tað er vanligt at mala deyð neyt og deyðan seyð til mjøl at geva livandi neytum.


Turt tvøst og whisky

Teir báðir vóru heldur ikki bangnir fyri at royna føroyskan mat.

Á Tvøroyri høvdu teir fingið turt tvøst, og tað dámdi teimum avbera væl.

? Turt tvøst og whisky riggar ómetaliga væl saman.

? Eg haldi, at turt tvøst skuldi verðið selt á pubbunum heima, tí tað er so salt, at tað hóskar sera væl afturvið whisky.

? Ein verður so vælsignað tystur av tí, siga teir, og flenna í kíki.

Sjálvur hevði Donald fingið smakk fyri turrum mati í Týsklandi, har hann arbeiddi eitt skifti í sínum ungu døgum. Í Týsklandi hevði hann fingið turt svínakjøt, sum tey brúktu har.

Hinvegin hevði Graham ongantíð roynt nakað slíkt áður.

Í Hvalba keyptu teir sær eisini turran fisk og í Sandvík vóru teir so hepnir at fáa ein turran spikbita frá klokkaranum.

Donald át turt tvøst, fisk og spik við góðum matarlysti, men Graham var ikki so fegin fyri spiki.

? Tað er ílagi. Meiri verður til mín, svarar Donald aftur. Teir sluppu eisini at royna turt tvøst og skerpikjøt og tað gleið eisini sera væl niður.

So forvitnir vóru teir eftir at royna føroyskan mat, at teir eisini fingu gott eyga á einum grindarivi, sum klokkarin hevði hongt undir hjallin at ræsa.

Men helst vóru tað málsligir trupulleikar, sum spældi teimum eitt puss, tí teir skóru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.

Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,

Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.

Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.

Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.

Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.