Tusk: Ikki fleiri Brexit samráðingar

Hetta hevur ikki verið ein lættur dagur hjá bretska forsætismálaráðharranum Theresu May, sum í dag mátti útseta ætlaðu atkvøðuna í parlamentinum um Brexit-avtaluna.


Eftir ætlan skuldu tinglimir atkvøða um avtaluna í morgin, men valdi forsætismálaráðharrin at útseta tað, tá hon kundi staðfesta, at parlamentið fór at vraka avtaluna, ið hon hevur fingið við ES. Í staðin segði hon, at hon var sinnað at tosa við ES um partar av avtaluni, ið tinglimir vóru ónøgdir við.


Men fyri at gera ilt verri, hevur ES-forsetin Donald Tusk í kvøld gjørt greitt, at tað kemur ikki upp á tal at taka samráðingarnar uppaftur.


- Vit fara ikki at taka samráðingar uppaftur. Heldur ikki um markið til Írland. Men vit eru klár at viðgera, hvussu Stóra Bretland staðfestir avtaluna, skrivaði ES-forsetin á Twitter, aftaná at Theresa May útsetti atkvøðuna.


Um so er, at tað ikki eydnast at finna eina semju um eina avtalu, so kann tað enda við, at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu yvirhøvur, um hvussu viðurskiftini skulu skipast millum partarnar framyvir.


Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár.